Nú kanst tú rætta kropsburðin heima

Eingir kroppar eru heilt eins, og tí kunnu tørvir á venjingum vera ymiskir. Mensendieck er júst individuellur fimleikur, sum verður lagaður eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Venjingarbólkar

FØTUR 
Samanbera vit kroppin við ein bygning, eru føturnir grundin, sum skal bera ovaru hæddirnar. Vit rætta og venja føturnir so teir varðveita styrkina til at bera alla kropsvektina >>

KNØ
Knøini eru, næst eftir fótunum, teir liðir í kroppinum, sum bera mestu vekt. Tí hevur tað stóran týdning, at tey eru í javnvág. Tíbetur er tað lutfalsliga lætt at rætta og venja knøini. >>

RYGGURIN OG KOKAN
Her lærir tú at rætta ryggin, so tú fært ta bestu náttúrligu útgávuna av júst tínum ryggi. Haraftrat lærir tú tær vanligastu dagligu rørslurnar sum styrkja ryggin í staðin fyri at tyngja hann >>

AKSLAR 
Afturvendandi spenningar í akslum og nakka er tíverri nakað, ið nógv okkara dagliga stríðast við. Men við røttum teknikki ber til at minka um hesar trupulleikar >>

KOKUBOTNUR
Tey flestu vita, at kokubotnurin kann og eigur at venjast. Men veitst tú hvussu tú skalt venja hesar goymdu vøddar? Veitst tú hvussu tú fært fatur á teimum? >>

“Tær spakuligu rørslurnar í mensendieck fimleiki seta størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila í mun til skjótar rørslur”

Varandi loysn

Fært tú afturvendandi hald í ryggin, hóast fleiri viðgerðir? Mensendieck fimleikur gevur vakrari kropsburð. Vøddarnir styrkjast og venjast til teir aftur – av sær sjálvum – halda kroppinum í anatomiskari javnvág bæði í hvíld og rørslu. Kroppurin verður sterkari og fimari og rørslurnar verða fríari.
Fá mensendiecklæraran á arbeiðsplássi
Lær at nýta kroppin rætt í samband við júst títt arbeiði. Ein mensendiecklærari er útbúgvin at analysera kroppin og í smálutum at síggja, hvussu vøddar og liðir arbeiða undir rørslum. Menn og kvinnur, ung og gomul, skrivstovufólk, ítróttarfólk, barnakonur áðrenn og aftaná føðing osfr. Tað er ongantíð ov seint at rætta kropsburðin.

Hevur tú hug at royna Mensendieck

Mensendieck er ein frálærutilgongd, har næmingurin byrjar við at læra um teir vøddarnar, sum skulu til fyri at byggja upp eina útgangsstøðu. Síðani verður økt við fleiri og fleiri vøddum og rørslum. Spakuliga broytist kroppurin og kemur í anatomiska javnvág.
Scroll to Top