3 tímar bóltskeið


Mensendieckfimleikur og Chi Kung á bólti.
Við at nýta ´bouncing´ saman við mensendieckfimleiki og Chi Kung er møguligt at arbeiða meira effektivt við vøddunum.
At sita/liggja/hoppa á bólti krevur nógv av - og venur - javnvágina, og ger at vøddarnir noyðast at arbeiða meira saman.
Tað útnytta vit til at loysa spentar vøddar og styrkja veikar vøddar á ein øðrvísi hátt.
At arbeiða á einum bólti kann samanberast eitt sindur við at arbeiða í vatni, tí bólturin tekur ein part av trýstinum, og harvið orkar kroppurin meira.

Hvørt skeið byrjar við eini introduktión um rætta sitistøðu, so ikki er neyðugt at hava roynt mensendieck fimleik áður.
Vit enda við at gera avspenning av øllum kroppinum, hetta tekur uml. 20 min.

 
Bóltarnir eru teir stóru sum hava ein diametur frá uml. 45cm til uml. 85cm. Tit sum eiga bólt sjálvi eru vælkomin at taka hann við. Annars havi eg bóltar til láns.

Búni: leys klæðir td joggingklæðir og heitar sokkar el. hosur.
Takið eitt teppi ella stórt handklæði við (at balla tykkum við til avspenningina).

Prísur: 550kr. Lýst verður tá næsta skeið verður.