3 tímar skeið í búkvøddavenjing

Lær at venja búkvøddarnar á ein einfaldan og lættan hátt. Tá tú gert búkvøddavenjingar burturav, og eisini hvussu tú brúkar búkvøddarnar at rætta kropsburðin við.
Ongi ´sit-ups´, eingin møði og eingin pína í nakka og akslum.

Venjingarnar eru sera effektivar og bert fáar, regluligar venjingar dagliga eru nokk til at halda búkvøddarnar sterkar. Eisini fyribyrgja tær deildar búkvøddar, rectus diastasis. Hevur tú longu deildar búkvøddar, venja vit teir uppá pláss. Les her hvat Kristina sigur um búkvøddavenjingina.
Vit venja eisini rættan andadrátt saman við búkvøddunum.

Tá tú hevur lært teknikkin er tað eitt spæl at venja búkvøddarnar.

Vælvandir búkvøddar eru við til at tryggja javnvágina í rygginum og halda trupulleikum so sum pínu og spenningum burtur.



Skrá:
Skift millum teori og venjingar við búkvøddum.

Teori og eitt sindur av venjing av øðrum vøddum, sum hava týdning í samband við búkvøddavenjing, td ryggvøddar, dyntilsvøddar, kokubotnsvøddar osfr.
Andadráttsteori og -venjingar í samband við búkvøddavenjing.

Síðstu 20 minuttirnar verður gjørd avspenning av øllum kroppinum. Hav eitt teppi ella stórt handklæði við til at balla teg við til avspenningina.

Málbólkur: Øll sum hava fyri neyðini ella hava áhuga í at venja búkvøddar á ein sera lættan og effektivan hátt.

Nær:
  Lýst verður tá næsta 3 tímar skeið verður :-)
 
Melda til á mensendieck@mensendieck.fo ella ring 515755

Búni: Leys klæðir td joggingklæðir.