Ergonomi

Fá mensendiecklæraran út á arbeiðsplássið
- og lær at nýta kroppin rætt í samband við júst títt arbeiði.
Ein mensendiecklærari er útbúgvin at analysera kroppin og í smálutum at síggja, hvussu vøddar og liðir arbeiða undir rørslum.
Umframt ein fyrilestur um ergonomi - uml. ½ tíma - analyseri eg hvørt arbeiðsfólk sær, og vísi á hvussu evt. neyðugar broytingar kunnu gerast.
Undirvíst verður í bestu siti-/standi-/lyftistøðum osfr. við atliti til rættan kroppsburð, tá arbeitt verður og hví.

Fyribyrging                    
Kanningar vísa, at ein fyritøka sum røkir síni starvsfólk við at fyribyrgja skaðum, betra um vælveruna og harvið hækkar lívsvirðið hjá teimum, fær starvsfólk sum eru nøgd og avslappaði, minni strongd, hava økta koncentratión, eru neyvari í sínum arbeiði og hava færri sjúkradagar.

Strongd og arbeiðsskaðar raka vinnulívið hart fíggjarliga
Í dag nýta uml.2/3 av starvsfólkinum teldu í teirra arbeiði. Tey flestu hava haraftrat teldu heima.
Teldu- og músaskaðar gerast alt vanligari, orsakað av skeivum kropsburði við telduna, td músaarmur, høvuðpína, sjónarreinging, nakka- og akslapína, kensluloysi í ørmum og fingrum, ryggtrupulleikar, trupulleikar við blóðrenslinum osfr.
Hetta kann viðføra øktar útreiðslur til sjúkralegu, at arbeiðsevnini hjá starvsfólkinum vikna, strongd og spentir vøddar kunnu geva vánaliga koncentratión, rakstrarórógv við sjúku, tí onnur enn tey vanligu skulu gera arbeiðið osfr.


Ódýrar loysnir
Hóast stólar og borð og onnur arbeiðsamboð í dag ofta hava ergonomiskt design, er hetta ongin vissa fyri, at man sleppur undan trupulleikum í vøddum og liðum fyri tað.
Ein mensendicklærari hjálpir fyrst og fremst til við at rættað kroppin, síðani verða borð og stólar innstillað eftir kroppinum. Óneyðugt er at skifta skrivstovumøblar ella onnur arbeiðstól út.
Við at nýta rættan kropsburð í arbeiðinum, verða teir røttu vøddarnir nýttir meðan liðir og liðbond verða avlastað. Á henda hátt verða arbeiðsrørslurnar til fimleikarørslur, sum so við og við styrkja kroppin, og skaðarnir gerast færri.

Um hetta hevur tykkara áhuga ring 515755 ella maila til mensendieck@mensendieck.fo

Tann besta íløgan í fyritøkuna -  er íløgan í starvsfólkið