3 tímar við kokubotnavenjing

Dryppar tú tá tú belastar kokubotnsvøddarnar t.d. tá tú hostar ella tá tú rennir ella líknandi? Hevur tú nýliga átt ella fyri fleiri árum síðani?
Ella vilt tú bara venja kokubotnsvøddarnar og halda teir viðlíka?
So er hetta skeiðið kanska nakað fyri teg!

Tey flestu vita, at kokubotnurin kann og skal venjast, men veitst tú hvussu tú skalt venja hesar goymdu vøddar? Veitst tú hvussu tú fært fatur á teimum?

Tað er týdningarmikið at vera vøddatilvitaður tá kokubotnsvøddarnir skulu venjast.
 
Lær at skilja kokubotnin frá øðrum vøddum og at venja teir fyri seg og seinni eisini saman við øðrum vøddum. Les her hvat Kristina sigur.

Kokubotnsvøddar spentir     Kokubotnsvøddar avspentir









 
Undirvíst verður í teori og venjing av kokubotnsvøddunum og øðrum viðkomandi vøddum.

Síðstu 20-30 min. verður gjørd heilkropsavspenning.
 
Búni: leys klæðir td joggingklæðir - hav eitt teppi ella líknandi við (til avspenningina).

Nær: Lýst verður tá næsta 3 tímar skeið í kokubotnsvenjing verður :-)


Melda til á mensendieck@mensendieck.fo ella ring 515755