Mensendieck og barnakonur

Ein mensendiecklærari er serkønur í kropsburðinum hjá barnakonum.
Tú fært frálæru í júst tínum kroppi, samstundis sum vit gera serligan barnakonufimleik og føðifyrireiking.
Mensendieck fimleikur fyribyrgir kokuloysn. Hevur tú longu kokuloysn, lærir tú at gera venjingar sum hjálpa.
Mensendieck fimleikur fyribyrgir deildar búkvøddar - rectus diastasis. Hevur tú longu deildar búkvøddar, lærir tú at venja teir, so teir koma saman aftur.

Frálæran er á smáum holdum, í mesta lagi 3 barnakonir á hvørjum holdi. Vit byrja javnan nýggj hold. 

Mensendieck fimleikur er eisini sera væl egnaður, aftaná at tú hevur átt. Jú fyrr, tú byrjar eftir føðing, jú skjótari fært tú kroppin inn aftur í javnvág. Les eisini her.
Melda til á 515755 ella mensendieck@kallnet.fo

Barnakonur og búkvøddar

Búkvøddarnir hava altíð týdning í sambandi við rættan kropsburð. Hjá barnakonuni hava teir enn størri týdning, tí teir skulu bera størri byrðu enn vanligt.
Veikir búkvøddar og vánaligur kropsburður gera, at liðbandið millum teir longu búkvøddarnar, linea alba, fer óneyðuga nógv sundur, so tú kanst fáa rectus diastasis, sokallaðir ´deildir búkvøddar´.

Mensendieck fimleikur fyribyrgir rectus diastasis. Men eru teir longu deildir, kunnu teir venjast á ein sera einfaldan og lættan hátt, so teir koma saman aftur. Ongi ´sit-ups´ sum økja trýstið í búkholuni, eingin møði ella pína í ryggi ella nakka, tá tú gert venjingarnar. Í staðin fyri kanska at nýta kokubelti, lærir tú at gera títt egna ´vøddabelti´ m.a. við dagliga at brúka búkvøddarnar á náttúrligan hátt. 
Við okkara máta fer linea alba ikki óneyðuga nógv sundur undir graviditetinum, og aftaná føðing er skjótari og lættari at venja búkvøddarnar aftur.  

Tú lærir at kontrollera búkvøddarnar, so tað undir føðingini gerst lættari at spenna ella avspenna teir eftir tørvi. Sí eisini meira nágreiniliga um búkvøddarnar undir skeið í búkvøddum.

Barnakonur og kokubotnurin

Tú lærir at venja kokubotnin 1. til at halda ímóti vektøkingini í búkholuni og 2. at spenna og avspenna kokubotnin eftir tørvi. Tað er sera hent at duga at stýra kokubotnsvøddunum undir sjálvari føðingini, so hon gerst lættari.
Eisini fyri kokubotnsvøddarnar er galdandi, at jú fyrr tú byrjar at venja teir, jú lættari er at fáa fatur á teir aftaná føðing, tá teir skulu venjast uppaftur. Sí eisini skeið í kokubotnsvøddum.

Barnakonufimleik og føðifyrireiking

Um tú byrjar barnakonufimleik so tíðliga sum gjørligt, kanst tú varðveita góðan kropsburð alla tíðina meðan tú ert við barn. Tað er kortini ongantíð ov seint at byrja.
Saman við teimum serligu barnakonuvenjingunum, verður eisini tikið atlit til tørvin og kropsburðin hjá hvørji einstakari barnakonu.
Tá termin nærkast byrja vit føðifyrireikingina. Tú lærir m.a. hvussu andadrátturin kann brúkast ímillum og meðan tú hevur verkir og hvussu tú t.d. kann stýra búk- og kokubotnsvøddunum undir sjálvari føðingini. Tað kann vera við til at gera føðingina lættari.
Teir vøddar, sum eru vandir áðrenn føðing, eru lættari og skjótari at venja uppaftur aftaná føðing.
(Les eisini hvat Kristina sigur her). 

Andadrátturin broytist

Kroppurin hjá barnakonum broytist fysiologiskt, anatomiskt og hormonelt. Vektin í búkholuni økist umframt at eginvektin hjá mammuni økist.
Broytingarnar gera, at kroppinum tørvar størri iltnøgd.

Kroppurin lagar seg náttúrliga til broytingarnar.
Men anatomiskt kunnu óynsktar broytingar henda, so sum at ov stórt svaj kemur í ryggin og búkvøddarnir vikna. (sí eisini undir búkvøddum omanfyri).
Tað kann hava við sær, at bróstkassin fær verri kor, so strævnari verður at anda. Vit venja góðan kropsburð og styrkja andadráttsvøddarnar.

Andadráttsvenjingar eru partur av barnakonufimleikinum, men tá termin nærkast lærir tú tey serligu sløgini at andadráttum, sum kunnu brúkast undir og ímillum verkirnar og undir sjálvari føðingini. Hesar venjingar kunnu vera við til at gera føðingina lættari fyri mammu og barn.


Blóðrenslið/Venu-pumpan

Blóðrenslið hjá barnakonuni ávirkast eisini meðan hon gongur við barninum. Serliga munnu nógvar barnakonur merkja at kroppurin hovnar, og at kanska serliga beinini kennast tung og hovin. Vit gera nógvar venupumpuvenjingar, sum fær gongd á blóðrenslið - eisini venjingar, sum tú sjálv kanst gera heima, tá tørvur er á tí.

Kokuloysn

Hví fáa summar barnakonur kokuloysn.
Tað er náttúrligt at liðbondini gerast linari fyri at gera kroppin kláran til føðingina. Men ójavnvág í kropsburðinum kann viðføra, at liðirnir í kokuni loysna ymiskt og úrslitið kann gerast kokuloysn við nógvari pínu.
Mensendieck fimleikur er sera vælegnaður til kvinnur við kokuloysn. Umframt at styrkja vøddarnir sum halda kokuni í javnvág, rætta vit kropsburðin so allir liðirnir í kroppinum koma í javnvág. 
 

Eftir føðing

Tað er skilagott at koma skjótt í gongd við at venja vøddarnar aftur eftir føðing. Á tann hátt fært tú skjótari tín uppruna kropp aftur, og kanska í eini enn betri útgávu. Um føðingin hevur verið uttan trupulleikar, er ikki neyðugt at halda pausu. Tú kanst byrja at venja beinanvegin.
Í eftirføðingarfimleiki arbeiða vit serliga við vøddunum runt kokuna, so sum kokubotninumbúkvøddunum o.ø. tó allatíðina við atliti til allan kroppin.
Eisini venja vit arbeiðsstøður td í samband við bróstageving, so tú sleppur undan óneyðugum vøddaspenningum.
Barnið er vælkomið við :-)
Tú ert eisini vælkomin til eftirføðingarfimleik, hóast tú ikki hevur gingið til barnakonufimleik ella føðifyrireiking.