Mín bakgrund

MENSENDIECKLÆRARI 1999 - Eg gekk á skúlanum hjá Dansk Mensendieck Forbund frá 1997-1999 og tók ta 2 ára fulltíðar teoretisk/ praktisku mensendiecklærara útbúgvingina.
Áðrenn eg byrjaði á mensendieckskúlanum hevði eg sjálv gingið til mensendieck 2 ferðir um vikuna hjá ymiskum lærarum í Danmark og í Føroyum í uml.16 ár. Gangi enn til mensendieck 1 ferð um vikuna.
Ein mensendiecklærari er serkønur í kropsburði og hevur lært at analysera allar rørslur sum kroppurin kann gera. Um onkur ójavnvág er í kroppinum, veit/sær ein mensendiecklærari beinanvegin, hvørjar rørslur/venjingar skulu til fyri at rætta kroppin.
Havi síðani september 1999 undirvíst í mensendieck fimleiki.

Radiografur 1984 - Gekk á Radiografskúlanum í Herlev frá 1981-1984.
Havið arbeitt á rtg.deildum frá 1985 til 2006 á LS og á RH - ml. 1999 og 2006 tó hálva tíð saman við mensendieckstarvinum.
Í samband við mítt arbeiði sum mensendiecklærari eru mínar radiografroyndir eitt gott grundarlag.
Arbeiði av og á á rtg.deildini á LS sum avloysari.

Aðrar útbúgvingar:
Náttúruvísindaliga støðisútbúgving 1978-1980 á FFS
5 merkonomlærugreinar á FHS
Skeið í neurodynamics x 2 frá Stanley Rosenberg Institut
Kraniosakralterapi I og II frá Upledger Institute Scandinavia
Zoneterapeutur nov. 2010