Hvussu virkar Mensendieck?

Mensendieck er ein frálærutilgongd, har næmingurin byrjar við at læra um teir vøddarnar, sum skulu til fyri at byggja upp eina útgangsstøðu. Síðani verður økt við fleiri og fleiri vøddum og rørslum. Spakuliga broytist kroppurin og kemur í anatomiska javnvág. Næmingurin verður meira kroppstilvitaður og lærir at halda kroppin í javnvág. Á tann hátt kunnu pína og aðrir trupulleikar, sum standast av skeivum kroppsbrúki, haldast burtur.

Mensendieck fimleikur er individuellur fimleikur - tvs. at hædd verður tikin fyri, hvat hvør einstakur kroppur tørvar og er førur fyri - og tí fer frálæran fram á smáum holdum við 1-3 fólkum á hvørjum holdi.
Rørslurnar verða gjørdar passaliga spakuliga, so at allir vøddatægrirnir eru við. Jú skjótari er ikki tað sama sum jú betri. Tær spakuligu/seigu rørslurnar í mensendieck fimleiki seta størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila.


 

Hvat er Mensendieck

Mensendieck fimleikur er styrkivenjing, sum samstundis rættar kropsburðin. Rættur kropsburður fyribyrgir trupulleikum í vøddum og liðum.

Allar kropsrørslur eru vøddaspenningar og vøddaavspenningar, sum verða stýrdar av nervaimpulsum millum heila og vøddar. Samspælið millum heila og vøddar hendir av sær sjálvum - okkum nýtist ikki at hugsa um, hvussu vit nýta vøddarnar, tá vit skulu gera eina rørslu. Eitt nú tá vit skulu ganga. Men samstundis kunnu vit - ótilvitað - við skeivum kropsburði ávirka vøddaarbeiði á óskynsaman hátt. Ofta merkja vit tað ikki, fyrr enn rørslur verða avmarkaðar, ella við at feitt legst rundanum vøddarnar og/ella vit fáa pínu í vøddar og liðir.

Endamálið við mensendieckfimleiki er at fáa kroppin í anatomiska javnvág. Mensendieck fimleikur broytir skeivar rørslur soleiðis, at samspælið millum heila og vøddar/liðir verður anatomiskt rætt aftur. Kroppurin verður "ummøbleraður", til hann kemur í javnvág. Gamlir vanar broytast til nýggjar og betri vanar. Tann kropstilvitanin, sum fylgir við, verður verandi, hana missa vit ikki aftur. Við øðrum orðum er mensendieck ein góð investering í kroppin, sum røkkur langt fram í tíðina.

Spegl

Spegl eru týdningarmikil amboð undir frálæruni. Tí samstundis, sum næmingurin lærir vøddarnar at kenna og merkir hvussu teir arbeiða, sær hann rørslurnar, sum hann ger, í speglinum. Harvið fæst ein størri kropstilvitan, sum bæði tilvitað og ótilvitað, kann nýtast í dagligdegnum. Mensendiecklærarin er útbúgvin at analysera kropsburðin og veit í smálutum, hvat hendir í liðum og vøddum undir rørslum. Lærarin dikterar rørslurnar fyri næminginum, fylgir við í speglunum og korrigerar næmingin, har og tá tað er neyðugt. Frálæran røkkur útum fimleikahølið á tann hátt, at næmingurin nýtir lærdómin í sínum dagliga virki. 

Kropsburðurin broytist

Mensendieck fimleikur gevur vakrari kropsburð. Vøddarnir styrkjast og venjast til teir aftur - av sær sjálvum - halda kroppinum í anatomiskari javnvág bæði í hvíld og rørslu. Kroppurin verður sterkari og fimari og rørslurnar verða fríari.

Hvør

Menn og kvinnur, ung og gomul, skrivstovufólk, ítróttarfólk, barnakonur áðrenn og aftaná føðing osfr. Mensendieck fimleikur er fyri øll, sum ynskja at fáa og varðveita ein vælvirkandi kropp við smidligum vøddum.Tað er ongantíð ov seint at rætta kropsburðin.

Hvussu leingi

Tað tekur tíð at broyta eitt rørslumynstur, sum man kanska hevur havt í nógv ár.
Hjá summum næmingum verður tað ein lívstílur at ganga til mensendieck fimleik. Aðrir ganga nakrar mánaðar ella nøkur ár. Summi halda pausu og byrja aftur osv. Tað eru ongar reglar fyri, hvussu leingi ein "eigur" at ganga til mensendieck. Næmingurin bindir seg bert fyri 1 mánaða í senn. Sama, hvussu leingi ella stutt man hevur gingið til mensendieck fimleik, kann tað, sum man hevur lært, brúkast framyvir. Tað er tó galdandi, at jú longri tíð frálæran hevur vart, meira samansettar rørslur og meira krevjandi fimleik kann man gera. Kropstilvitanin økist sjálvandi samsvarandi.

1/2 tíma um vikuna

Frálæran fer fram 1/2 tíma um vikuna.
Í byrjanini tá flestur rørslurnar eru nýggjar, er 1/2 tími um vikuna nóg mikið, tí kroppurin og heilin skulu hava tíð til at taka tær nýggju rørslurnar til sín.
Seinni er 1/2 tími nóg mikið til at halda kroppinum í javnvág, tí mensendieckfimleikur er ógvuliga konsentreraður - m.a. tí holdini eru so smá - max.3 fólk


Ring 515755 ella melda til her.