Kristina

"Á heysti 2008 fór eg at ganga til mensendieck fyri at bøta um kropsburðin og vónandi basa spenningum, sum eg hevði í nakkanum. Um sama mundið bleiv eg við barn, og tí broyttist fokus í mensendieck-tímunum til heldur at vera eitt slag av føðifyrireiking. Umframt "heildarvenjingar" løgdu vit dent á at venja m.a. búkmusklar og kokubotn. Búkvenjingarnar høvdu við sær, at búkurin ikki bara skjótt fann sítt gamla skap aftur, eftir at eg hevði átt - faktiskt var búkurin fastari og flatari, enn hann nakrantíð hevði verið áður. Kokubotnsvenjingarnar hava eisini verið effektivar. Longu 3-4 dagar eftir barnsburð megnaði eg at gera vanligar kokubotnsvenjingar. 
Fyri meg er mensendieck tann ultimativi fimleikurin, í lágum tempo og við stórari effekt. Eg kann leggja afturat, at hóast eg havi hildið pausu frá mensendieck í eini 2 ár, situr nógv av lærdóminum eftir í kroppinum, og búkurin er eisini framvegis har hann skal vera.


Eg havi bara roynt at gingið til stakundirvísing í mensendieck - mær dámar væl, at undirvísingin tekur støði í júst mínari støðu, og at eg kann spyrja uttan at vera bangin um at taka tíð frá øðrum á holdinum."
 

Annsy

"Eg kendi einki til mensendieck, hevði hoyrt um tað, frá øðrum. So eg helt, at eg skuldi geva tí ein møguleika, og tað havi eg ikki angrað.
Við at ganga til mensendieck gerst tú tilvitaður um tín kropsholdning. Bæði tá tú situr, liggur, gongur, koyrur bil, ja, í øllum tí tú gerst.
Tú følir, at tú kemur út í kvønn krók í kroppinum. Tú styrkir kroppin, arbeiðir við andadráttinum. Man fylgir við øllum rørslum sum man ger, tí tað eru spegl í venjingarhølunum.
Vit eru 3 á holdinum og hava tað gott saman.
Havi eisini roynt mensendieck við bólti, sum gevur eina góða kenslu at arbeiða við kroppinum og halda javnvágina. Stuttligt og gott." 


Marianna

"Eg havi gingið til mensendieck síðani november 2011 og havi verið ógvuliga glað fyri tað. Eg føli, at eg geri okkurt serliga gott fyri meg og allan mín kropp.
Eg havi havt ryggtrupulleikar í nógv ár og havi verið til ymiskar viðgerðir, sum hava verið góðar í mun til støðuna tá. Men nú vil eg fegin trena og hugsa um rørslur í dagligdegnum soleiðis, at eg ikki fái somu trupulleikar aftur. Mensendieck er perfekt fyri meg, tí venjingin er konsentrera um meg og um allan mín kropp. Hetta føli eg eisini, sjálvt tá vit hava verið tvær ella tríggjar saman á holdi. Eg havi eisini lært nýggjar mátar at trena (búk/rygg v.m.) sum eg føli eru betur fyri kroppin hjá mær.

Tað, sum mær dámar væl við mensendieck er, at man fær grundgivið hví tær ymisku rørslurnar eru góðar og harvið hvussu neyðugt tað er at taka støði í øllum kroppinum fyri at fáa "javnvág" (sleppa undan ov nógvum trupuleikum). Sjálvsagt er tað ymiskt hvussu nógv fólk kenna til kroppin og hvussu hann er uppbygdur - eg havi ikki hesa vitan so fyri meg er tað gott, og ger, at tað ljóðar logiskt.
Tað eru nógvar rørslur og rørslur sum eru øðrvísi og tað kann vera torført at minnast allar hesar rørslur. Tí er tað gott at ganga vikuliga til mensendieck. Men tað eru fleiri einfaldar rørslur sum eg nú geri dagliga og sum eg havi flættað inn í vanligar dagligar rørslur. Við tíðini havi eg tikið alsamt fleiri rørslur við "í gerandisdagin" og tað hevur gjørt, at eg havi nógv minni trupulleikar við rygginum enn eg áður havi haft.

Mensendick hevur lært meg at vera meiri tilvita um mín kropp og hvørji atlit eg skal taka, hvørjar rørslur eru góðar og hvørjar eru minni góðar fyri meg. So mensendieck livur upp til tað sum eg hevði væntað.

Tað eru nógv ár síðani at eg hoyrdi um mensendieck og bert positivt, men tað er ikki fyrr enn nú at eg havi valgt at ganga til mensendieck. Og eg eri glað fyri tað."

Petur Martin

Eg havi altíð íðkað nógvan ítrott, serliga hondbólt. Tá eg var mitt í 30´unum, byrjaði eg at fáa trupuleikar við mjødnini, men helt tó fram at spæla hondbólt.
Hevði pínu í fleiri ár, so tað gekk út yvir mína lívsgóðsku. Royndi tó alla tíð at íðkað, so kroppurin ikki fór í forfall og tað var tá eg fyrstu ferð fór til mensendieck.
Aftaná fleiri kanningar, var eg so heppin, at eg varð lagdur undir skurð, so eg kundi fáa nýggja mjødn.
So skjótt eg var komin fyri meg, fór eg aftur at ganga til mensendieck fimleik, so eg kundi styrkja vøddarnar og læra at brúka teir á rættan hátt.
Á sjúkrahúsinum fekk eg at vita, at eg nokk ongantíð kom at renna marathon - ei heldur at spæla fótbólt. Men við røttum venjingum, herundir mensendieck fimleiki, spæli eg innandura fótbólt og renni, og tvey ár aftaná skurðviðgerðina, rann eg mítt fyrsta marathon higartil.