VENJINGAR

Allar venjingar eru til kvinnur og menn.

Mensendieck fimleikur

Lættar venjingar sum rætta kropsburðin

Mensendieck fimleikur

Lættar venjingar sum rætta kropsburðin

Nýggjar venjingar

Útgangsstøður

Nakki

Andadráttur

Akslar

Armar

Ryggur

Kokubotnur

Knø

Føtur

Ergonomi

Útgangsstøður

Nakki

Andadráttur

Akslar

Armar

Ryggur

Kokubotnur

Knø

Føtur

Ergonomi

Mensendieck fimleikur gav mær lívgóðskuna aftur, tá ógvusliga ryggpínan hvarv.

Í meira enn 14 ár stríddist Anni Løkke við ógvisligari ryggpínu og fleiri sjúkradøgum um mánaðin. Hon megnaði ikki at verða við til familuveitslur, fekk ikki gjørt fimleik ella passa sína skúlagongd. Sum 26 ára gomul fann Anni loysnina til afturvendandi haldini í rygginum. Pínan hvarv, og nú kundi hon gera øll tey tingini hon ikki megnaði áður.

Les alla greinina á donskum á www.localnews.dk 

Okkara kundar siga

Súsanna
Skrivstovukvinna
Read More
Eg havi gingið til Mensendiesk í fleiri ár samanlagt. Eg byrjaði, tí eg hevði tørv á at styrkja ryggin, og tey síðstu árini havi eg fyrst og fremst brúkt Mensendieck sum føðingarfyrireiking og sum venjing at koma í form eftir barnsburð. Allar venjingarnar kennast skynsamar fyri kroppin og taka støði í tí standinum, sum kroppurin er í. Venjingin hjálpir, tá ið eg havi onkran trupulleika, samstundis sum hon fyribyrgir, at nýggir trupulleikar taka seg upp. Óansæð hvussu støðan er, tá ið eg komi til venjing, klárar Malan altíð at gera soleiðis, at eg fari útaftur betri fyri, enn eg var, tá ið eg møtti til venjing. 
Ása
Hárfríðkunarkvinna
Read More
Uttan Mensendieck-fimleik hevði eg rætt og slætt ikki verið før fyri at arbeitt innan frisøryrkið øll hesi árini. Við javnan at venja Mensendieck havi eg lært at brúka rygg, vøddar og liðir rætt, soleiðis at eg ikki gerist óneyðuga móð og troytt í dagliga arbeiðinum. Hetta hevur samstundis gjørt, at giktin, ið frisørar plágast nógv av, verður hildin niðri - og í allar besta føri, slett ikki fær takið á okkum. Av góðum royndum kann eg viðmæla øllum til at fáa undirvísing í Mensendieck-fimleiki. Í undirvísingini verður atlit tikið til hvønn einstakan. Undirvíst verður ikki í stórum bólkum, men antin einstaklingum ella við heilt fáum luttakarum í senn. Eg elski mítt arbeiðið innan hárfríðkanar-yrkið og havi nógv at takka Mensendieck fyri, at eg framvegis kann arbeiða sum hárfríðkunarkvinna.
Berghild
Sangari & lærari
Read More
Eg havi gingið til mensendieck í 30 ár. Mensendieck fimleikurin hevur sera stóran týdning fyri mína heilsu og vælveru. Hetta hevur verið einasti rætti rørslufimleikur fyri meg. Allir vøddar verða mýktir uttan at tær nýtist at renna og hoppa. Tú aktiverar allar vøddar og fær vælveru, tá tú ert liðug við venjingina. Tí kann eg viðmæla øllum at gera mensendieck venjingar.
Margrit
Skrivstovukvinna
Read More
Flottar myndir, góð modell, rólig og álitisvekjandi rødd, haldi tað verður tosað við passandi ferð. Havi totalt álit og fatan av, at fakligi førleikin hjá Maluni er í topp. Til dømis vísir Malan til fleiri mátar at gera somu venjing, soleiðis at venjingin passar øllum 🙂

“Tær spakuligu rørslurnar í mensendieck fimleiki seta størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila enn skjótar rørslur”

Varandi loysn

Fært tú afturvendandi hald í ryggin, hóast fleiri viðgerðir? Við mensendieck fimleiki rættast kropsburðurin varandi, so at tú í staðin fyribyrgir spenningum og pínu. Vøddarnir venjast og styrkjast til teir av sær sjálvum halda kroppinum í anatomiskari javnvág bæði í hvíld og rørslu. Kroppurin verður sterkari og fimari og rørslurnar verða fríari.

Fá mensendiecklæraran á arbeiðsplássi

Lær at nýta kroppin rætt í samband við júst títt arbeiði. Ein mensendiecklærari er útbúgvin at analysera kroppin og í smálutum at síggja, hvussu vøddar og liðir arbeiða undir rørslum. 

Við stuðli frá
Shopping Cart
Scroll to Top