Vika 1

Hesa vikuna eru venjingarnar standandi og sitandi. Tú hevur brúk fyri einum stóli og einum bólti við einum diametri uppá umleið 6 cm, til at mýkja føturnar við. Ein bóltur við píkum er best, men aðrir bóltar kunnu eisini brúkast. Í seinastu venjingini strekkja vit nakkavøddar, tá er ein fyrimunur at sita frammanfyri einum spegli.

GG: Í aðru venjing skal annað beinið upp á mótsetta knæ. Um tað er ov trupult, kanst tú í staðin gera videovenjing nr. 5 fyri føtur. Føturnar eru tá á gólvinum, og tú skalt brúka eitt elastikk. Venjingarnar eru ymiskar, men venja somu vøddar.

  1. venjing er ein standandi bóltmýking. Videovenjingin er nr. 3 fyri føtur.
  2. venjing er ein manuel rætting av stórutá. Videovenjingin er nr. 4 fyri føtur.
  3. venjing mýkir og styrkir kappavøddan ovast á rygginum. Videovenjingin er nr. 1 fyri akslar.
  4. venjing er eitt strekk av nakkavøddum. Videovenjingin er nr. 5 fyri akslar.

Shopping Cart
Scroll to Top