Vika 20

Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka:

Eina venjingarmáttu, ein skrákodda ella vanligan kodda at leggja undir endan í aðru venjing, og eitt elastikk at strekkja vøddarnar við í triðju venjingini. Tey svørtu elastikkini eru sterkari og egna seg best til beinstrekk. Um tú hevur tað reyða elastikkið, skal tað í minsta lagi leggjast dupult, fyri at tað skal halda. Hevur tú ikki elastikk, kanst tú brúka eitt belti, slips, turriklæði ella líknandi, tað skal bara vera nóg langt til at røkka runt um fótin. Hevur tú einki at seta í staðin, skalt tú bara gera venjingina uttan, sum í video-venjing nr. 5 fyri knøini.

1.     Løtt og effektiv styrkivenjing av mjadnarliðum og knøum. Video nr. 8 fyri mjadnarliðir. 

2.     Rotatión í mjadnarliðunum. Video nr. 4 fyri mjadnarliðir.

3.     Strekk av lærvøddunum aftan við elastikki.  Video nr. 6 fyri knø.

4.     Fótvenjing sum lyftir fótbogarnar og sjúnkaðar framføtur.  Video nr. 8 fyri føtur.

5.     Ein stutt vegleiðing í, hvussu føturnar venda anatomiskt rætt. Video er í bólkinum við útgangsstøðum.

Shopping Cart
Scroll to Top