Vika 3

Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka:

Eina máttu at liggja á og ein stól við hørðum setri. Tú fært møguliga eisini brúk fyri einum elastikki ella onkrum líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin í aðru venjing. 

1.     Liggjandi armlyft við bringuvøddunum. Video-venjing nr. 2 fyri akslarnar.

2.     Strekk av lærvøddunum framman. Video-venjing nr. 7 fyri knøini.

3.     Brot úr: Viðlíkahald av kokubotninum, ljóðfíla nr. 6 (frá 7min10sek–10min45sek)

       Venjingin styrkir kokubotnin, tá ið tú setur teg niður og reisir teg upp.

4.     Framhald frá síðstu viku um fótburðin og er ein vegleiðing í javnari vekt á fótunum.

Video við fótburðinum er í bólkinum við útgangsstøðum.

Shopping Cart
Scroll to Top