Vika 35

Heimafimleikurin er 15 minuttir hvønn dag frá mánadegi til og við sunnudag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.

Skráin broytist hvørja viku.

Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi og møguliga einum kodda at leggja undir knøini í tí síðstu venjingini. 

Í triðju venjing fært tú kanska brúk fyri einum elastikki, ella einum slipsi ella líknandi, um tú ikki røkkur oman at halda um fótin.

1.  Styrkivenjing av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 3 fyri knøini.

2.  Liggjandi beinsirkul. Video-venjingin er nr. 5 fyri mjadnarliðirnar.

3.  Strekk av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 7 fyri knøini.

4.  Ryggvenjing á øllum fýra. Video-venjingin er nr. 4 fyri ryggin.

Shopping Cart
Scroll to Top