Heimafimleikurin er 15 minuttir hvønn dag frá mánadegi til og við sunnudag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.
Skráin broytist hvørja viku.
Hesa vikuna eru venjingarnar standandi og sitandi. Tú hevur brúk fyri einum stóli til tær sitandi venjingarnar og einum bólti, við einum diametri uppá umleið 6 cm, til at mýkja føturnar við. Best er, um bólturin hevur píkar og ikki er ov harður, men aðrir bóltar kunnu eisini brúkast.
Til ta síðstu venjingina, sum er eitt strekk av nøkrum av hálsvøddunum, er tað ein fyrimunur at sita frammanfyri einum spegli.
GG: Í aðru venjing, skalt tú hava annað beinið upp á mótsetta knæ. Um tað er trupult at gera, kanst tú í staðin gera venjingina frá síðstu viku, har føturnar eru á gólvinum, men har tú brúkar elastikk til hjálp. Tað er videovenjing nr. 5 fyri føtur. Venjingarnar eru ymiskar, men venja somu vøddar.
- venjing er ein standandi bóltmýking. Videovenjingin er nr. 3 fyri føtur.
- venjing er ein manuel rætting av stórutá. Videovenjingin er nr. 4 fyri føtur.
- venjing mýkir og styrkir kappavøddan ovast á rygginum. Videovenjingin er nr. 1 fyri akslar.
- venjing er eitt strekk av nakkavøddum. Videovenjingin er nr. 5 fyri akslar.