Vika 5

Heimafimleikurin kann nú hoyrast alt samdøgrið!
Skráin broytist hvørja viku.

Hesa vikuna hevur tú brúk fyri eini máttu at liggja á og einum stóli við hørðum setri. 
Tú fært kanska brúk fyri tveimum koddum til 3. venjing. Skrákoddar eru best, men aðrir koddar kunnu eisini brúkast.
Hav eisini tveir smáar koddar, ella tvey samanløgd handklæði ella líknandi, til 2. venjing. 

1.  venjing er ein liggjandi venjing, har vit mýkja og strekkja ryggvøddar. Video-venjingin er nr. 1 fyri ryggin.
2.  venjing er eitt rygglyft liggjandi á búkinum. Er sum video-venjing nr. 5 fyri ryggin.
3.  venjing strekkir teir stóru ryggvøddarnar, latissimus dorsi. Video-venjingin er nr. 8 fyri ryggin.
4.  venjing mýkir og styrkir musculus trapezius, kappavøddan. Venjingin er sum video-venjingnr. 1 fyri akslar.

Shopping Cart
Scroll to Top