Vika 8

Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi og møguliga einum kodda at leggja undir knøini í tí síðstu venjingini. 

Í triðju venjing fært tú kanska brúk fyri einum elastikki, ella einum slipsi ella líknandi, um tú ikki røkkur oman at halda um fótin.

1.  Styrkivenjing av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 3 fyri knøini.

2.  Liggjandi beinsirkul. Video-venjingin er nr. 5 fyri mjadnarliðirnar.

3.  Strekk av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 7 fyri knøini.

4.  Ryggvenjing á øllum fýra. Video-venjingin er nr. 4 fyri ryggin.

Shopping Cart
Scroll to Top