Mensendieck fimleikur
Mensendieck er individuellur fimleikur, sum miðvíst rættar kropsburðin hjá tí einstaka.
Liðirnir í kroppinum verða hildnir uppá pláss av vøddunum. Tá ið liðirnir eru í javnvág, slítast teir ikki óneyðugt.
Í mensendieckhølinum fær næmingurin frálæru í vøddunum, hvussu teir síggja út, hvar teir hefta og hvørja funktión teir hava. Venjingin fer fram ímillum spegl, so at næmingurin og lærarin síggja vøddarnar arbeiða, og hvussu teir ávirka kropsburðin. Hetta ger næmingin sera vødda- og kropstilvitaðan.
Mensendieck styrkir veikar vøddar og mýkir og strekkir ov spentar vøddar, alla tíðina við tí fyri eyga at rætta kropsburðin. Spakuliga verður kroppurin ummøbleraður og kemur í anatomiska javnvág.
Gamlir vanar broytast til nýggjar og betri vanar.
At broyta kropsburðin er ein long tilgongd. Tað krevur tol at gera mensendieck, tað er eingin skjótur máti at fáa kroppin í javnvág uppá. Hinvegin er úrslitið varandi. Mensendieck fimleikur virkar fyribyrgjandi og er ein framtíðar investering í kroppin, tí at ein góður kropsburður heldur vøddar og liðir náttúrliga í javnvág. Kroppurin verður sterkari, liðiligari, slítist ikki óneyðugt og pína, sum stavar frá ójavnvág í vøddum og liðum, minkar ella hvørvur heilt.
Tankin við mensendieck fimleiki er, at næmingurin, bæði tilvitað og ótilvitað, tekur rørslurnar, sum hann ger í venjingarhølunum, til sín, og fer at brúka tær náttúrliga. Á tann hátt verða dagligar rørslur til fimleik, sum áhaldandi rætta kropsburðin.
Mensendieck fimleikur venur serliga teir seinu, áhaldandi vøddatægrirnar. Tær spakuligu, seigu rørslurnar seta størri krøv til koordinatión, balancu og styrki, enn skjótar rørslur gera.
Tá ið rørslur fyrst verða gjørdar rætt spakuliga, verður tað lættari eisini at gera tær rætt í skjótari tempo.
Kroppar eru ymiskir og hava ymiskan tørv á venjingum. Tí er frálæran individuel og fer fram í einatímum ella í heilt smáum bólkum. Mensendiecklærarin analyserar kropsburðin hjá tí einstaka og sær, júst hvørjar venjingar skulu til fyri at rætta kropsburðin. Næmingurin fær á ein hátt koyrikortið til sín egna kropp.
Men – hóast flestu venjingar í vanligum mensendieck fimleiki krevja, at lærarin er til staðar til at rætta og vegleiða, eru eisini fleiri venjingar, sum tú saktans kann gera heima sjálv/ur.
Hetta kann vera fyrsta stigið hjá tær at broyta kropsburðin varandi.
Summar av venjingunum her á síðuni eru beinleiðis kropsburðarrættandi, aðrar gera vøddarnar førar fyri at broyta kroppin, og uppaftur aðrar venja vøddar, sum varðveita tann betraða kropsburðin.
Venjingarnar verða vístar á video og hava talufrágreiðing. Tað er fyri at tryggja, at tú gerst rørslurnar anatomiskt rætt.