Morgunfimleikur

Share on facebook
Deil
Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Morgunfimleikurin er eitt tilboð til øll sum hava limahald á Mensendieck online 
Fimleikurin kann vera eitt ískoyti ella eitt alternativ til video-venjingarnar, sum longu eru á síðuni.

Fimleikurin er 15 minuttir gerandisdagar kl. 7 og kl. 10. 
Leygardag er fimleikurin í 30 minuttir frá kl. 9.30 til kl. 10.

Venjingarnar í morgunfimleikinum verða eitt bland av somu venjingum, sum finnast sum video-venjingar og av venjingum, sum ikki eru tøkar á síðuni enn, men sum eru ávegis.
Allar venjingarnar eru styttar í mun til video-venjingarnar og hava ikki eins nógvar frágreiðingar.

Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í morgunfimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.

VIKA 49

Til venjingarnar i dag skalt tú brúka:

Eina máttu at liggja á og ein stól til dømis ein køksstól ella ein skriviborðstól. Tú fært kanska eisini brúk fyri einum elastikki ella onkrum líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin í næstu venjingini.

  1. venjing er eitt liggjandi armlyft við bringuvøddunum. Venjingin er sum video-venjing nr. 2 fyri akslarnar.
  2. venjing er eitt strekk av lærvøddunum framman. Venjingin er sum video-venjing nr. 7 fyri knøini.
  3. venjing er eitt brot úr ljóðfílu nr. 6 her á síðuni: Viðlíkahald av kokubotninum (7min.10sek. – 10min.45sek. inni í fíluni) Venjingin styrkir kokubotnin, tá ið tú setur teg niður og reisir teg upp.
  4. venjing er framhald frá síðstu viku um fótburðin og er ein vegleiðing í javnari vekt á fótunum.
    Er ávegis sum video-venjing.
Shopping Cart
Scroll to Top