Mensendieck online

Fyrsta stigið til at rætta kroppsburðin heima.

Vit hava bólkað nakrar video-venjingar bygdar á mensendieck fimleik, so at tú kanst venja heima eftir video-vegleiðing frá mensendiecklærara. Umframt hetta hava vit eisini morgunvenjingar gerandisdagar og leygardag á ljóðfílu, les meira her.
Venjingarnar verða gjørdar í seinum tempo, tær eru lættar at gera, og tær eru sera effektivar. Øll kunnu verða við.
Vel tær venjingarnar, sum tú hevur hug at gera, og ger venjingarnar, tá ið tað passar tær.

Venjingarnar eru eisini til tín, sum bara vil røkja kroppin og halda vøddarnar viðlíka. Og ikki minst til tín, sum vil hava betri kropsburð og harvið fyribyrgja at kroppurin stirvnar og slítist óneyðugt.

Venjingarnar eru væl egnaðar sum ískoyti til tín, sum íðkar ítrótt. Summar av venjingunum eru beinleiðis kroppsrættandi, ímeðan aðrar venja vøddar, sum stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin. 

Venjingarnar eru eisini fyrireiking til tær venjingar sum koma í næstum, ið beinleiðis rætta kropsburðin. 

Gev gætur! Mensendieck fimleikur broytir kroppin. Ger tær sjálvum – og okkum – tann beina at lesa ´Kundatryggleiki og treytir´ áðrenn tú teknar limahald. Takk fyri.

Føtur

Knø

Ryggur

Akslar

Mjadnarliðir

Kokubotnur

Hetta er bara byrjanin.

Í hesi fyrstu útgávuni eru allar venjingarnar lutfalsliga lættar. Ætlanin er so við og við at leggja venjingar afturat, bæði lættar og meira samansettar og krevjandi. Ætlanin er eisini seinni at gera/vísa venjingar, sum beinleiðis rætta kompenseringar vegna skeivt kropsbrúk og/ella viðføddar skeivleikar.

Umframt venjingarbólkarnar í hesi fyrstu útgávuni, ryggur, akslar, knø, føtur, mjadnarliðir,  kokubotnur og hvíld er ætlanin at gera fleiri bólkar við venjingum eitt nú fyri nakkan og høvdið, armarnar, balansuna, barnakonur og arbeiðsrørslur fyri bert at nevna nakrar.

Malan Thomsen, mensendiecklærari.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar?
Hevur tú brúk fyri vegleiðing?

Skriva til malanthomsen@mensendieck.fo

Shopping Cart
Scroll to Top