Mensendieck online

Fyrsta stigið til at rætta kroppsburðin heima.

Við limahaldi fært tú atgongd til meira enn 65 video-venjingar bygdar á mensendieck fimleik, allar við vegleiðing frá mensendiecklærara. Tær eru bólkaðar í venjingar fyri nakka, akslar, andadrátt, armar, rygg, mjadnarliðir, knø og føtur og útgangsstøður. Summar av venjingunum rætta kropsburðin beinleiðis, ímeðan aðrar venja vøddar, sum stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin. 

Men hetta er bara byrjanin. Vit leggja javnan fleiri venjingar inn á verandi bólkar, umframt at vit gera nýggjar bólkar. So við og við leggja vit eisini meira krevjandi og samansettar venjingar inn á síðuna. Verandi venjingar á síðuni kunnu brúkast sum fyrireiking til tær venjingarnar.  Vit arbeiða eisini við at gera serbólkar, eitt nú við venjingum fyri scoliosu, venjingar fyri osteoporosu, serligar balansuvenjingar og fleiri aðrar serbólkar.

Umframt video-venjingar kanst tú gera Heimafimleik eftir ljóðfílu 15 minuttir hvønn dag í vikuni kl.7 og kl.10 um morgunin og kl. 18 um kvøldið.

Við limahaldinum fært tú eisini atgongd til seks ljóðfílur við kokubotnsvødda-venjingum, byrjandi við lokalisering og venjingarteknikki, síðani kontroll-venjingar, styrki-venjingar, áhaldnis-venjingar og at enda viðlíkahald av vøddunum í gerandisrørslum.

Hvíld er ein 25 minuttir long ljóðfíla við avspenning av kroppinum.

Allar venjingar á síðuni verða gjørdar í seinum tempo, tær eru lættar at gera, og tær eru sera effektivar. Øll kunnu verða við.

Íðkarin í stjørnu-frámerktu venjingunum vera gjørdar av mensendiecklærara, ímeðan allar aðrar venjingar vera gjørdar av mensendiecknæmingi.

Vel tær venjingarnar, sum tú hevur hug ella tørv á at gera, og ger venjingarnar, tá ið tað passar tær. 

Venjingarnar eru eisini til tín, sum bara vil røkja kroppin og halda vøddarnar viðlíka. Og ikki minst til tín, sum vil hava betri kropsburð og harvið fyribyrgja at kroppurin stirvnar og slítist óneyðugt.

Venjingarnar eru væl egnaðar sum ískoyti til tín, sum íðkar ítrótt. Tú kanst brúka ta krops- og vøddatilvitanina, sum mensendieck-fimleikur gevur, tá ið tú venur annan ítrótt.

Gev gætur! Mensendieck fimleikur broytir kroppin. Ger tær sjálvum – og okkum – tann beina at lesa ´Kundatryggleiki og treytir´ áðrenn tú teknar limahald. Takk fyri.

Føtur

Knø

Ryggur

Akslar

Mjadnarliðir

Kokubotnur

Malan Thomsen, mensendiecklærari.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar?
Hevur tú brúk fyri vegleiðing?

Skriva til malanthomsen@mensendieck.fo

Shopping Cart
Scroll to Top