Vælkomin til mensendieck online
Fyrsta stigið til at rætta kroppsburðin heima.
Við limahaldi fært tú atgongd til meira enn 65 video-venjingar bygdar á mensendieck fimleik, allar við vegleiðing frá mensendiecklærara. Tær eru bólkaðar í venjingar fyri nakka, akslar, andadrátt, armar, rygg, kokubotn, mjadnarliðir, knø og føtur og útgangsstøður. Summar av venjingunum rætta kropsburðin beinleiðis, ímeðan aðrar venja vøddar, sum stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin. Flestu venjingar byrja við eini intro, sum lýsir venjingina og møguligar avbjóðingar í samband við venjingina. Ovast til høgru er ein knappur at velja intro´ina frá, so at tú kemur beint inn á venjingina. Men vit mæla til, at tú lurtar eftir intro´ini, áðrenn tú gert venjingina fyrstu ferð.
Vit leggja javnan fleiri venjingar inn á verandi bólkar, umframt at vit gera nýggjar bólkar. So við og við leggja vit eisini meira krevjandi og samansettar venjingar inn á síðuna. Tú kanst eisini brúka verandi venjingar á síðuni sum fyrireiking til tær venjingarnar. Vit arbeiða eisini við at gera serbólkar, eitt nú við venjingum fyri scoliosu, venjingar fyri osteoporosu, serligar balansuvenjingar og fleiri aðrar serbólkar.
Umframt video-venjingar kanst tú gera Heimafimleik eftir ljóðfílu 15 minuttir hvønn dag í vikuni kl.7 og kl.10 um morgunin og kl. 18 um kvøldið. Skráin í heimafimleikinum broytist hvørja viku.
Við limahaldinum fært tú eisini atgongd til seks ljóðfílur við kokubotnsvødda-venjingum, byrjandi við lokalisering og venjingarteknikki, síðani kontroll-venjingar, styrki-venjingar, áhaldnis-venjingar og at enda viðlíkahald av vøddunum í gerandisrørslum.
Hvíld er ein 25 minuttir long ljóðfíla við avspenning av kroppinum.
Allar venjingar á síðuni verða gjørdar í seinum tempo, tær eru lættar at gera, og tær eru sera effektivar. Øll kunnu verða við.
Venjingarnar við svartari stjørnu sum frámerki vera útintar av mensendiecklærara, ímeðan allar aðrar venjingar vera útintar av mensendiecknæmingi.
Vel tær venjingarnar, sum tú hevur hug ella tørv á at gera, og ger venjingarnar, tá ið tað passar tær.
- Til tín sum merkir møði ella pínu í rygginum: Venjingar sum loysa spenningar í ryggvøddunum.
- Til tín sum hevur trupulleikar í akslum og nakka: Venjingar fyri spentar aksla– og nakkavøddar.
- Til tín sum byrjar at merkja knøini: Venjingar sum styrkja knøini.
- Til tín við mjadnartrupulleikum: Styrkivenjingar fyri vøddarnar rundanum mjadnarliðirnar.
- Til tín sum hevur sjúnkaðar føtur: Venjingar sum lyfta føturnar aftur.
- Til tín sum hevur veikan kokubotn: Venjingar sum styrkja kokubotnin.
- og nógvar aðrar venjingar . . .
Venjingarnar eru eisini til tín, sum bara vil røkja kroppin og halda vøddarnar viðlíka. Og ikki minst til tín, sum vil hava betri kropsburð og harvið fyribyrgja at kroppurin stirvnar og slítist óneyðugt.
Venjingarnar eru væl egnaðar sum ískoyti til tín, sum íðkar ítrótt. Tú kanst brúka ta krops- og vøddatilvitanina, sum mensendieck-fimleikur gevur, tá ið tú venur annan ítrótt.
Gev gætur! Mensendieck fimleikur broytir kroppin. Ger tær sjálvum – og okkum – tann beina at lesa ´Kundatryggleiki og treytir´ áðrenn tú byrjar at venja. Takk fyri.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar?
Hevur tú brúk fyri vegleiðing?
Skriva til [email protected] ella ring 515755.