Vælkomin til mensendieck online
Fá tín besta kropsburð við mensendieck fimleiki.
Við limahaldi til mensendieck online fært tú atgongd til meira enn 80 video-venjingar bygdar á mensendieck fimleik, seks ljóðfílur við kokubotnsvenjingum, tríggar ljóðfílur við avspenning av øllum kroppinum og ljóðfílu við 15 min. heimafimleiki, sum hevur nýggja skrá hvørja viku. Allar venjingarnar hava taluvegleiðing, sum leiða teg ígjøgnum venjingina.
Video-venjingarnar eru í bólkum fyri nakkan, akslarnar, andadráttin, armarnar, ryggin, kokubotnin, mjadnarliðirnar, knøini, føturnar, ergonomi og útgangsstøður. Summar av venjingunum rætta kropsburðin beinleiðis, ímeðan aðrar venja vøddar, sum stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin. Flestu venjingar hava eina stutta intro við hentum upplýsingum um venjingina. Ovast til høgru er ein knappur at velja intro´ina frá, so at tú kemur beint inn á venjingina. Men vit mæla til, at tú lurtar eftir intro´ini, áðrenn tú gert venjingina fyrstu ferð. Eisini mæla vit til, at tú lesur tekstin “UM VENJINGARNAR” í viðkomandi venjingarbólki, sum stendur undir venjingunum.
Fílurnar við kokubotnsvødda-venjingum eru seks í tali. Tær byrja við lokalisering og venjingarteknikki, síðani kontroll-venjingar, styrki-venjingar, áhaldnis-venjingar og at enda viðlíkahald av vøddunum í gerandisrørslum.
Avspenningarfílurnar, eru tríggjar í tali. Ein 25 minuttir long ljóðfíla, har tú fyrst tilvitað spennir og síðani avspennir vøddarnar. Ein 16 minuttir long ljóðfíla, har tú bara avspennir vøddarnar uttan tilvitað at spenna teir fyrst, og sum endar við einum stuttum tónleikastykki, og ein 16 minuttir long ljóðfíla við tónleiki í bakgrundini undir allari avspenningini.
Vit leggja javnan fleiri venjingar inn á verandi bólkar, umframt at vit gera nýggjar bólkar. So við og við leggja vit eisini meira krevjandi og samansettar venjingar inn á síðuna. Seinni koma serbólkar, eitt nú við venjingum fyri scoliosu, venjingar fyri osteoporosu, serligar balansuvenjingar og fleiri aðrar serbólkar.
Her er nakað fyri øll, uttan mun til aldur, kyn ella heilsustøðu.
Lat teg ikki lumpa av, at venjingar eru lættar og verða gjørdar í seinum tempo. Tær eru sera effektivar.
Venjingarnar við svartari stjørnu sum frámerki eru gjørdar av mensendiecklærara, ímeðan allar aðrar venjingar eru gjørdar av mensendiecknæmingi.
Vel tær venjingarnar, sum tú hevur hug ella tørv á at gera, og ger venjingarnar, tá ið tað passar tær 😀
- Til tín sum merkir møði ella pínu í rygginum: Venjingar sum loysa spenningar í ryggvøddunum.
- Til tín sum hevur trupulleikar í akslum og nakka: Venjingar fyri spentar aksla– og nakkavøddar.
- Til tín sum byrjar at merkja knøini: Venjingar sum styrkja knøini.
- Til tín við mjadnartrupulleikum: Styrkivenjingar fyri vøddarnar rundanum mjadnarliðirnar.
- Til tín sum hevur sjúnkaðar føtur: Venjingar sum lyfta føturnar aftur.
- Til tín sum hevur veikan kokubotn: Venjingar sum styrkja kokubotnin.
- og nógvar aðrar venjingar . . .
Venjingarnar eru eisini til tín, sum bara vil røkja kroppin og halda vøddarnar viðlíka. Og ikki minst til tín, sum vil hava betri kropsburð og harvið fyribyrgja at kroppurin stirvnar og slítist óneyðugt.
Venjingarnar eru væl egnaðar sum ískoyti til tín, sum íðkar ítrótt. Tú kanst brúka ta krops- og vøddatilvitanina, sum mensendieck-fimleikur gevur, tá ið tú venur annan ítrótt.
Gev gætur! Mensendieck fimleikur broytir kroppin. Ger tær sjálvum – og okkum – tann beina at lesa ´Kundatryggleiki og treytir´ áðrenn tú byrjar at venja. Takk fyri.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar?
Hevur tú brúk fyri vegleiðing?
Skriva til [email protected] ella ring 515755.