Online ella uppmøting
Vegleiðingin er tveir tímar í alt. Tú kanst velja, um hon skal vera tvær ferðir 60 minuttir, eina ferð 60 minuttir og tvær ferðir 30 minuttir ella fýra ferðir 30 minuttir. Eftir tínum ynski kann hon vera online ella við uppmøting, ella eitt bland av báðum.
Tú kanst velja á leið (vit finna eina tíð so tætt við títt ynski sum gjørligt) nær tú brúkar vegleiðingina, tó kanst tú í mesta lagi brúka 60 minuttir í alt um mánaðin. Øll tíðin skal í seinasta lagi verða brúkt innan eitt ár, eftir at haldið á mensendieck.fo er teknað.
Persónlig vegleiðing krevur, at tú teknar (ella hevur) limahald til mensendieck online venjingarnar. Síðani ber til at keypa persónliga vegleiðing. Í mesta lagi ein persónlig vegleiðing fyri hvønn haldara.
Við vegleiðingini fært tú eina analysu av kropsburðinum og frálæru í teimum venjingum, sum júst tær tørvar.
Á mensendieck.fo eru fleiri enn 70 video-venjingar, seks ljóðfílur vð kokubotnsvødda-venjingum, tríggjar ljóðfílur við ymiskum avspenningum av øllum kroppinum, og 15 minuttir við heimafimleiki á ljóðfílu, sum kann hoyrast hvønn dag kl. 7, kl. 10 og kl. 18, og sum hevur nýggja skrá hvørja viku.
Tekna hald her
Malan Thomsen mensendiecklærari