Um tú hevur limahald hjá mensendieck online, ber til at keypa online vegleiðing frá mensendiecklærara í tilsamans tveir tímar, umframt at tú hevur atgongd til allar venjingarnar, sum eru á heimasíðuni www.mensendieck.fo. Tú avger sjálv/sjálvur, nær tú vilt hava individuellu vegleiðingina, og um tað skal vera tveir heilir tímar ella fýra hálvir tímar.
Eitt hugskot er at brúka vegleiðingina hálvan (ella heilan) tíma fyrst. Eg analyseri hvørjar venjingar, júst tín kroppur hevur tørv á, og tá tú hevur roynt venjingarnar, kanst tú brúka tíðina, sum er eftir, til ivamál og spurningar í samband við venjingarnar, ella fáa frálæru í ávísum venjingum um neyðugt, tá ið tú ynskir tað.
Vit síggjast
Malan Thomsen mensendiecklærari