Introduktión
Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.
UM VENJINGARNAR FYRI AKSLARNAR
Afturvendandi spenningar í nakka, akslum og ørmum eru tíverri dagligur veruleiki hjá nógvum.
Soleiðis nýtis tó ikki at vera. Við røttum teknikki ber til at sleppa undan hesum trupulleikum. Tú kanst við nøkrum fáum løttum venjingum fáa størri javnvág ímillum teir veiku og teir ovbyrjaðu akslarvøddarnar.
Í hesum bólkinum eru styrkivenjingar fyri vøddarnar rundan um akslarliðirnar, venjingar við teimum natúrligu rørslunum í akslarliðunum, og strekk fyri strukturarnar í og rundan um akslarliðirnar.