Í gongd aftur

Liggjandi strekk av bringuvøddunum
Venjingin strekkir bringuvøddarnar, ger ryggin smidligan og strekkir vøddarnar uttan á lærinum.

UM VENJINGARNAR ´Í GONGD AFTUR´
Gukke Brünner og Inge Thorholm, báðar mensendiecklærarar, gjørdu í 1994 hesa venjingarrøðina við 10 venjingum at brúka til uppvenjing aftaná skurðviðgerð í bróstunum. Ynski teirra var, at venjingarnar skuldu vera ein hjálp til sjálvhjálp fyri at koma í gongd aftur eftir skurðviðgerð.
Kvinnan, sum vísir venjingarnar, er sjálv bróstskurðviðgjørd.

Venjingarnar eru tíðarleysar, hóast at videogóðskan ikki er nútímans. Vit hava valt at taka røðina við, inntil meira tíðarhóskandi videoupptøkur av líknandi venjingarrøð eru tøkar.
Summar av venjingunum finnast tó longu á mensendieck.fo í nýggjari video-upptøkum saman við øðrum líknandi venjingum í bólkunum við nakkavenjingum, akslavenjingum og armvenjingum.
Allar venjingarnar byrja við somu ´intro´.

Strammir bringuvøddar, ójavnvág ímillum kropshálvurnar, spenningar, pína og trot, eru vanligir trupulleikar sum kunnu koma fyri fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina.
Í hesi røðini verða venjingarnar gjørdar til báðar síðir. Tú kanst sjálvandi eftir tørvi venja oftari í skurðviðgjørdu síðuni.
Far varliga fram í byrjanini. Lurta eftir kroppinum og ger bara tær venjingarnar, sum tú klárar.
Um onkrar venjingar eru ov tungar, kanst tú í byrjanini leypa tær um og royna aftur seinni.