Í gongd aftur

Kokulyft og snar av kroppinum
Kokulyftið venur búkvøddar og ger ryggin smidligan. Snarið av kroppinum strekkir bringu- og ryggvøddar og ger serliga niðara part av rygginum smidligan.
Ver varin við hesum báðum rørslunum, um tú hevur ryggtrupulleikar.

UM VENJINGARNAR ´Í GONGD AFTUR´
Gukke Brünner og Inge Thorholm, báðar mensendiecklærarar, gjørdu í 1994 hesa venjingarrøðina við 10 venjingum at brúka til uppvenjing aftaná skurðviðgerð í bróstunum. Ynski teirra var, at venjingarnar skuldu vera ein hjálp til sjálvhjálp fyri at koma í gongd aftur eftir skurðviðgerð.
Kvinnan, sum vísir venjingarnar, er sjálv bróstskurðviðgjørd.

Venjingarnar eru tíðarleysar, hóast at videogóðskan ikki er nútímans. Vit hava valt at taka røðina við, inntil meira tíðarhóskandi videoupptøkur av líknandi venjingarrøð eru tøkar.
Summar av venjingunum finnast tó longu á mensendieck.fo í nýggjari video-upptøkum saman við øðrum líknandi venjingum í bólkunum við nakkavenjingum, akslavenjingum og armvenjingum.
Allar venjingarnar byrja við somu ´intro´.

Strammir bringuvøddar, ójavnvág ímillum kropshálvurnar, spenningar, pína og trot, eru vanligir trupulleikar sum kunnu koma fyri fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina.
Í hesi røðini verða venjingarnar gjørdar til báðar síðir. Tú kanst sjálvandi eftir tørvi venja oftari í skurðviðgjørdu síðuni.
Far varliga fram í byrjanini. Lurta eftir kroppinum og ger bara tær venjingarnar, sum tú klárar.
Um onkrar venjingar eru ov tungar, kanst tú í byrjanini leypa tær um og royna aftur seinni.