Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI ANDADRÁTTIN
Frálæra um andadráttin er eins týdningarmikil partur av mensendieck fimleiki, sum rørslurnar eru. Andadrátturin verður bæði vandur burturav og saman við rørslum.
Tað er ikki líkamikið, hvussu tú andar. Hóast andadrátturin hendir av sær sjálvum, er eingin vissa fyri, at hann er optimalur. Tíbetur er gjørligt við tilvitaðum venjingum at ávirka og betra góðskuna, og í ein ávísan mun eisini kontrol, á ótilvitaða andadráttinum, tí at hann partvís er undir viljans harradømi.

Eins og vit rætta individuellar skeivleikar í vøddum og liðum, rætta vit eisini tann individuella andadráttin, um andingin hoyrist ov væl, hevur ov høgt tempo, er ójøvn ella annað.
Vit arbeiða við at fáa tað besta burturúr andadráttinum, so at prosessirnar í kroppinum virka so optimalt sum gjørligt.
Sum nakað serstakt kunnu nevnast venjingar fyri andadráttin hjá barnakonum í viðgongutíðini og venjingar fyri andadráttin at brúka undir verkjum og undir sjálvari føðingini.

Í hesum bólkinum verða venjingar burturav fyri andadráttin eins og aðrar rørsluvenjingar, har andadrátturin hevur ein serligan leiklut.