Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI ARMARNAR

Venjingarnar fyri armarnar eru í tveimum:

1.      Frálæra í at lyfta armarnar tilvitað frá akslarliðunum, og at styrkja deltoideus vøddarnar, hvørs uppgáva tað er at lyfta armarnar. Deltoideus hevur tríggjar partar, sum lyftir armin ávikavíst frameftir, út til síðuna og aftureftir.
Tað ræður um ikki at lyfta akslarnar við upp, tí at tá spennast nakka- og hálsvøddarnir ov nógv, ímeðan deltoideus vøddarnir spennast samsvarandi ov lítið. Úrslitið er spenningar í aksla- og nakkavøddum, og armar, ið gerast veikari.

2.      Ymiskar venjingar fyri armarnar, sum styrkja, strekkja og mýkja vøddarnar á yvirørmunum, undirørmunum, hondunum og fingrunum, og sum halda allar liðirnar í ørmunum, frá akslaliðunum og út í fingrarnar, smidligar.