Sirklar við ørmunum hangandi

Sirklar við ørmunum hangandi
Tá armarnir hanga, ger tyngdarmegin tað óneyðugt at brúka vøddamegi at halda ørmunum. Tá er lætt at loysa spenningar í vøddum og øðrum strukturum inni í og rundan um akslarliðirnar.
GG. Ryggurin skal boyggjast í venjingini. Ver varin, um tú hevur veikan rygg.

UM VENJINGARNAR FYRI ARMARNAR
Venjingarnar fyri armarnar eru í tveimum:
1.      Frálæra í at lyfta armarnar tilvitað frá akslaliðunum, og at styrkja deltoideus vøddarnar, hvørs uppgáva tað er at lyfta armarnar. Deltoideus hevur tríggjar partar, sum lyftir armin ávikavíst frameftir, út til síðuna og aftureftir.
Tað ræður um ikki at lyfta akslarnar við upp, tí at tá spennast nakka- og hálsvøddarnir ov nógv, ímeðan deltoideus vøddarnir spennast samsvarandi ov lítið. Úrslitið er spenningar í aksla- og nakkavøddum, og armar, ið gerast veikari.

2.      Ymiskar venjingar fyri armarnar, sum styrkja, strekkja og mýkja vøddarnar á yvirørmunum, undirørmunum, hondunum og fingrunum, og sum halda allar liðirnar í ørmunum, frá akslaliðunum og út í fingrarnar, smidligar.