Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR Í HESUM BÓLKINUM
Til tín, sum vil hava fleiri avbjóðingar!
Umframt okkara føroysku venjingar, hava vit 60 mensendieck venjingar við danskari  talu, sum vit í løtuni umseta til føroyskt. Fyri at haldarar okkara skulu fáa gleði av teimum, ímeðan vit arbeiða við umsetingini, hava vit fyribils lagt 9 av teimum inn á síðuna við donsku taluni. Venjingarnar styrkja kroppin, tær strekkja kroppin, tær venja balansu og koordinatión alla tíðina havandi rættan kropsburð í huga, og tær krevja eitt sindur meira av tær sum íðkara. So hvørt føroysk tala til eina venjing er klár, verður hon løgd inn í staðin fyri ta donsku. 

Vegleiðingar til nøkur av hugtøkunum, sum verða nevnd í venjingini, eru í venjingarbólkunum her á síðuni:
“Parallelle fødder” Sí ”Fótburðurin í standandi útgangsstøðuni” í venjingarbólkinum “Útgangsstøður”.
Ånd ind gennem næsen, spred ribbenene . . ” Sí ”Ljóðleysur andadráttur” í venjingarbólkinum ”Andadráttur”.
”Spænd sædemusklerne”  Vegleiðingin manglar og kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”, men í stuttum snýr tað seg um at spenna dintilsvøddarnir inn ímóti miðjuni, uttan at kokan skumpast frameftir.
”Adduktorerne” Vegleiðing kemur í  venjingarbólkin ”Útgangsstøður”. Men við at føturnar venda beint fram, eru adduktorarnir automatiskt eitt sindur spentir. Sí eisini “Góð ráð” á forsíðuni.
”Peroneuspres” kemur somuleiðis í ”Útgangsstøður”.
”Knæskalsløft” ”Knæburðurin í standandi útgangsstøðuni” í ”Útgangsstøður”.
”Stræk op mod brystbenet”  Sí ”Sitandi útgangsstøða” í ”Útgangsstøður”.