Føtur; Introduktión
Trupulleikar í fótunum kunnu vera tekin um ójavnvág í fótvøddunum, og at fótkonstruktiónin er við at missa skap og styrki. Føtur sum ikki virka, kunnu ávirka allan kroppin neiliga.
Tíbetur ber til við fótvenjingum at lyfta og styrkja fótkonstruktiónina.
Her sært tú brot úr 10 venjingum, sum umframt at vera fyribyrgjandi hjá vælvirkandi fótum, m.a. lyfta niðursjúnkaðan framfót, rætta skeiva stórutá, lætta um hovnar føtur, hita føturnar, minka um pínu, minka um stívheit og krampar, strekkja spentar vøddar osfr.