Standandi leggvøddastrekk

Strekk av leggvøddum
Vit strekkja teir mest útsettu fótvøddarnar. Fótvøddarnir eru festir á leggunum og undir og omaná fótunum. Henda venjingin strekkir nakrar av teimum vøddunum, sum ofta eru spentir. Seinni koma fleiri venjingar, sum strekkja aðrar fótvøddar.

UM VENJINGARNAR FYRI FØTURNAR
Føturnar bera alla kropsvektina.
Vælvirkandi føtur eru sterkar, elastiskar, heitar, liðiligar og pínufríar.

Fótbeinagrindin vigar bert umleið 100 gram, men hon kann bera nógvar hundrað ferðir sína egnu vekt.
Tað, sum ger tað møguligt, eru 24 vøddar, sum halda teimum 26 smáu beinunum í fótinum, 33 liðunum og yvir 100 liðbondunum í eini sera sterkari bygningskonstruktión.
Fótkonstruktiónin hevur ein longdarboga og ein tvørboga, sum geva fótinum brúgvaskap.

Ein vælvirkandi, sterkur og liðiligur fótur krevur, at fótbogarnir eru intaktir, so at liðbond, vøddar, bindivevnaður, nervar, æðrar og aðrir bleytlutir hava pláss at virka undir fótinum, sum teir skulu.

Í staðin fyri at tryggja góðar umstøður, eru flestu skógvar tíverri soleiðis, at teir kleima føturnar og kunnu ávirka fótkonstruktiónina. Um framfóturin sjúnkar, verður ov lítið pláss undir fótinum til bleytlutirnar at virka, sum teir skulu. Trupulleikar í fótunum kunnu vera tekin um, at fótkonstruktiónin er við at missa skap og styrki.
Føtur, sum ikki virka, ávirka allan kroppin neiliga.

Tíbetur ber til at venja vøddarnar á fótunum og heilt ella partvís at rætta fótkonstruktiónina aftur.

VENJINGAR
Venjingarnar her á síðuni fevna um allar vøddarnar á fótunum. Tær virka uppá nógvar kendar trupulleikar í fótunum, eitt nú sjúnkaðar føtur, hallux valgus, kaldar føtur, stívar føtur, hovnar føtur og pínufullar føtur.

Raðfestingin av venjingunum er soleiðis, at tríggjar tær fyrstu hita og mýkja vøddarnar, so at tær seinnu venjingarnar verða lættari at gera og meira effektivar.
Venjingarnar styrkivenja vøddarnar, so at føturnar orka at bera kropsvektina uttan at sjúnkað.

GG
Strukturarnir í fótunum eru smáir og viðbreknir, umframt at tørvurin hjá hvørjum einstøkum er ymiskur, so far varliga fram.

Um tú fært krampa í fótvøddarnar av venjingini, halt so pausu og royn aftur seinni. Um venjingarnar verða gjørdar regluliga, hvørvur ella minkar krampin so við og við.

Ein av venjingunum krevur, at tú rundar ryggin, ímeðan fóturin skal upp á mótsetta knæ í eini aðrari.
Eru hesar støður ov truplar, eru alternativar venjingar, sum eru lættari at gera, men sum venja somu vøddar.

Merkir tú ongan aktivitet í vøddunum, nýtist tær ikki at missa mótið. Tað er heilt vanligt, at fótvøddarnir ikki akta og gera rørsluna beinanvegin. Heldur tú á, vilt tú fyrr ella seinni merkja og síggja vøddarnar arbeiða.