Knø; Introduktión
Hóast knøini hava størstu liðirnar í kroppinum og eru umgyrd av sterkum vøddum, so verða tey ofta ovbyrjaði.
Vøddarnir, sum ávirka knøini, verða býttir í fýra bólkar og eru framman, aftan og á síðunum. Knøini hava tað best, um javnvág er ímillum allar hesar vøddarnar. Her vísa vit brot úr 7 knævenjingum, sum styrkja knøini og virka fyribyrgjandi, sama um tú hevur vælvirkandi knø, knø við byrjandi trupulleikum ella knø, sum eru skurðviðgjørd.