Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI KNØINI
Venjingarnar fyri knøini styrkja og fyribyrgja hjá tær við vælvirkandi knøum, kunnu steðga gongdini/versnanini og bøta um hjá tær við byrjandi knætrupulleikum, og venja uppaftur og fyribyrgja hjá tær, sum hevur fingið ella skal hava skurðviðgerð.

Hóast knøini hava størstu liðirnar í kroppinum og eru umgyrd av sterkum vøddum, so verða tey ofta ovbyrjaði.
Eitt nú hevur tað stóran týdning, hvussu kropsvektin hvílir niður á knøini, tá ið vit standa. Eru knøini yvirstrekt ella eru tey í javnvág, og/ella er eins nógv vekt á báðum beinum ella mest á øðrum beininum.

Tá lærleggirnir hvíla rætt niður á leggirnar, er kropsvektin jøvn niður á knøini, og tá er eisini javnvág í vøddum og liðbondum, sum virka um knøini. Eru knøini hinvegin yvirstrekt, ella er mesta vektin á øðrum knænum, verða liðirnir skeivt belastaðir. Í staðin fyri at vøddarnir bera kropsvektina, mugu liðbond, meniskar og aðrir strukturar í knænum gera arbeiðið hjá vøddunum. Tá eru knøini í vanda fyri at slítast skeivt.
Tá vit ganga og annars røra okkum, galda aðrar fysiskar og mekaniskar lógir fyri knøini, sum vit koma inn á seinni við fleiri venjingum.

-Í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður” eru vegleiðingar til rættan anatomiskan kropsburð.
-Á forsíðuni undir ”Góð ráð” er eitt videobrot ´Knø í javnvág´ sum vísir, hvussu tú við eini lítlari rørslu koyrir knøini inn í javnvág.

GG
– Um tú merkir mun á beinunum í eini venjing, kanst tú gera eina eyka venjing við tí beininum, sum tørvar.

– Í onkrari venjing skal knæið boyggjast meira enn 90°. Í øðrum venjingum kemur fyri, at beinið skal togast yvirum miðjuna á  kroppinum, ella at mjadnarliðirnir skulu boyggjast 90° ella meira. Ert tú í iva, vegna nýliga skurðviðgerð í knæi ella mjadnarliði, fylg vegleiðingini frá sjúkrahúsinum og bíða evt. við at gera viðkomandi venjing í skurðviðgjørdu síðuni.