Kokubotnur; Teori

Fá ein vælvirkandi kokubotn!

Tey flestu vita, at kokubotnurin kann og eigur at venjast. Men veitst tú, hvussu tú kanst venja hesar goymdu vøddar?
Við at fylgja online frálæruni her á síðuni lærir tú, hvussu tú fært ein náttúrliga sterkan, elastiskan og vælvirkandi kokubotn. Málið er, at kokubotnurin at enda kann haldast viðlíka við bara at verða tikin við í tær dagligu rørslurnar. 

Menn og kvinnur gera somu venjingar.
Veitst tú av, at kokubotnurin ger, at tú kanst halda tær, tá ið tú til dømis hostar, njósir, lyftir tungt ella líknandi?

Ert tú barnakona ella hevur tú nýliga átt? 

Ella vilt tú bara styrkja kokubotnsvøddarnar og halda teir viðlíka?

Tað er ongantíð ov seint at byrja at venja kokubotnin.

Les meira um kokubotnin her