Teori

Kokubotnurin Teori
Staðseting av kokubotninum víst á beinagrindini og við myndum.

UM VENJINGARNAR FYRI KOKUBOTNIN
Tað er ongantíð ov seint at byrja at venja kokubotnin. 

Fakta um kokubotnin
Kokubotnsvøddarnir eru festir runt á undirsíðuni á kokuni. Teir styðja gøgnini í undirlívinum og í búkholuni ímóti trýstinum, sum kemur av kropsvektini omanfyri. Vøddarnir halda ímóti trýstinum í øllum vanligum rørslum, men skulu eisini klára at halda ímóti, tá ið trýstið í búkholuni økist, til dømis tá ið tú hostar, njósir, flennir, rennir, hoppar, lyftir tungt osfr. Kokubotnsvøddarnir halda ímóti, tá ið bløðra ella tarmur eru full. Og teir skilja ímillum at avspenna júst har tað er neyðugt, alt eftir um tú skalt av við land ella skarn. Kokubotnsvøddarnir hava týdning fyri kynslívið hjá monnum eins og kvinnum, og teir hava týdning áðrenn, undir og eftir barnsburð. Kokubotnsvøddarnir ávirka ryggin og hava týdning fyri kropsburðin. Umvent ávirkar kropsburðurin eisini kokubotnin. Vælvirkandi kokubotnsvøddar passa seg sjálvar og laga seg náttúrliga til kropsrørslurnar og spennast og avspennast eftir tørvi.

Veikur kokubotnur
Men um kokubotnurin er veikur, kunnu funktiónirnar ávirkast neiliga, um trýstið niður á kokubotnin er størri, enn hann klárar at halda ímóti. Avleiðingin kann verða, at tað fer at dryppa ella leka frá opningunum, tá ið tú hostar, nýsur, flennir, skalt seta ella reisa teg, íðkar ítrótt, lyftir tungt ella líknandi. Tað verður verri at halda sær, tá ið bløðra ella tarmar eru full.  Innanhýsis placeringar í búkholuni kunnu broytast, so at bløðra, tarmar, prostata ella lívmóður byrja at sjúnkað. Kynslívið kann ávirkast neiliga. Tað kann vera strævnari enn neyðugt at ganga við børnum. Veikur kokubotnur kann beinleiðis og óbeinleiðis eisini vera orsøk til rygg- og aðra pínu.

Hví viknar kokubotnurin
Fyri at varðveita styrki og funktiónir skulu vøddar brúkast. Summar arbeiðsstøður gera, at kokubotnurin ikki verður brúktur optimalt. Um tú hevur sitandi ella standandi arbeiði, manglar rørslan, sum skal bjóða kokubotninum av allatíðina. Haraftrat kann venublóðið, sum ikki verður pumpað burtur orsakað av manglandi rørslu, tyngja niður á kokubotnin. Skeivur kropsburður ger, at kokubotnurin verður belastaður ójavnt. Hart arbeiði við tungum lyftum, um ikki verður spent fyribyrgjandi, kann gera kokubotnin veikan. Tað sama kann harður ítróttur gera. Vánaligt blóðrensl, yvirvekt, forstoppilsi osfr. tyngja niður á kokubotnin. At ganga við børnum, verkir og sjálv føðingin eru hørð kor fyri kokubotnin.  Kokubotnurin kann eisini vera veikur av orsøkum, sum ikki kunnu venjast burtur, eitt nú av sjúku. Um so er, skal man venda sær til lækna.

Aldur ikki orsøk til veikan kokubotn
Um kokubotnurin verður ovbyrjaður ár eftir ár, uttan at hann samstundis verður styrktur, verður hann, eins og aðrir vøddar, spakuliga veikari við tíðini. Tað samsvarar við, at vit byrja at merkja fylgjurnar av veikum kokubotnsvøddum, tá ið vit eldast.   Men tað er ikki aldurin í sær sjálvum, sum ger hann veikan. Tíbetur er ongantíð ov seint at byrja at venja kokubotnin, so at hann verður sterkur og vælvirkandi.

Avspenning av kokubotninum
Tað er týdningarmikið at avspenna vøddarnar eftir hvønn tilvitaðan spenning. Tað er ikki meiningin, at vøddarnir skulu haldast spentir ímillum venjingarnar. Um teir spennast áhaldandi, gerast teir stívir og óelastiskir. ´Venjingin´ ímillum miðvísar venjingar er, at tú spennir vøddarnar, tá ið tað krevst í teimum dagligu rørslunum, avspennir teir aftur og annars letur kokubotnin passa seg sjálvan.

Hvør
Kokubotnsvenjingar eru fyri bæði kyn. Ímeðan tann kvinnuligi kokubotnurin hevur sínar avbjóðingar við barnsburði og føðing, hevur tann mannligi kokubotnurin bara aðrar avbjóðingar. Nógvir menn hava tungt arbeiði og lyfta nógv, koyra lastbilar og bussar í fleiri samanhangandi tímar osfr. Bæði kyn sita nógv. Alt tílíkt, sum kann tyngja niður á kokubotnin og sum kann gera, at hann viknar.

Barnakonur
So hvørt barnið veksur í móðurlívið, lagar kokubotnurin seg til øktu byrðuna og verður spakuliga sterkari. Men kropsburðurin hjá barnakonuni hevur týdning fyri, hvussu javnt vektin av barninum trýstir niður á vøddarnar. Ein av avbjóðingunum hjá barnakonuni er at halda ryggin í upprunastøðuni alla viðgongutíðina, so at vaksandi búkurin ikki ger, at ryggurin fer at svaja meira. Barnakonan hevur, eins og øll onnur, eisini brúk fyri at venja kokubotnin. Hon hevur eisini arbeiði og situr ella stendur kanska leingi í senn, lyftir tungt ella líknandi. Tað kann gerast lættari at føða, um barnakonan kennir sín kokubotn. Um hon ger kokubotnsvenjingar, veit hon, hvussu hon sjálv kann stýra spenningum og avspenningum í vøddunum. Ta vitanina kann hon brúka í føðinigini.

Venjingarnar eru tær somu fyri menn og kvinnur.
Í venjingarbólkinum er fyrst eitt stutt video við teori, sum m.a. vísir myndir av kokubotninum sæð uppifrá og frá síðuni. So er ein venupumpuvenjing á video. Um tú gert venupumpuvenjing áðrenn sjálvar kokubotnsvenjingarnar, verður tað lættari at venja kokubotnin, tí at venublóðið verður leitt burtur. So koma 6 ljóðfílur við kokubotnsvenjingum, sum stigvíst verða meira krevjandi. Men tú kanst eisini velja ljóðfílu, eftir hvør støðan hjá júst tínum kokubotni er.

1. partur, Lokalisering og teknikkur IGrundleggjandi venjingar liggjandi á rygginum
2. partur, Lokalisering og teknikkur IIGrundleggjandi venjingar liggjandi á búkinum.
3. partur, Kontrollræði á kokubotninum.
4. partur, AndadrátturAndadrátturin og kokubotnurin.
5. partur, StyrkiStyrkivenjingar liggjandi, standandi og sitandi.
6. partur, ViðlíkahaldFrá at venja til at brúka kokubotnin í dagligum rørslum.

Venjingarnar í fyrstu fimm pørtunum styrkja kokubotnin og gera hann elastiskan. 6. parti snýr seg um at halda kokubotnin viðlíka, uttan at noyðast at gera venjingar burturav. Ein sterkur og sunnur kokubotnur krevur ikki nógva venjing, um hann verður brúktur í dagligum rørslum. Tú fært vegleiðingar í at fara frá at venja til at brúka kokubotnin, so at tað verður nóg mikið bara at venja av og á. Ivast tú? Um tú ivast í hvørjum venjingarparti tú skalt byrja við, kanst tú til dømis í 3. parti kanna, hvussu gott ræði tú hevur á kokubotninum. Í 5. parti kanst tú kanna, hvussu sterkir tínir kokubotnsvøddar eru. Men dryppar tú, tá ið tú hostar, flennir ella lyftir tungt? Hevur tú ringt við at halda tær? Skal bløðran tømast við stuttum millumbilum ígjøgnum dagin? Mást tú upp um náttina? Ella hevur tú aðrar trupulleikar við kokubotninum? So fært tú óivað mest burturúr, um tú byrjar við 1. parti.