Mjadnarliðir; Introduktión

Stutt um venjingarnar fyri mjadnarliðirnar.
Beinini eru knýtt at bulinum í mjadnarliðunum. Kropsvektin kemur umvegis mjadnarliðirnar niður á knøini og føturnar.
Venjingarnar í hesum bólkinum varðveita vælvirkandi mjadnarliðir og fyribyrgja sliti við at styrkja vøddarnar rundan um mjadnarliðirnar, venja tær náttúrligu rørslurnar í mjadnarliðunum og strekkja teir spentu strukturarnar í og rundan um mjadnarliðirnar.