Strekk av piriformis

Strekk av musculus piriformis
Musculus piriformis snarar beinið úteftir. Er hann ov spentur, kann hann vera orsøk til ógvusliga pínu í nánd av mjadnarliðinum og niður ígjøgnum beinið. Tá hjálpir ofta at strekkja hann.

UM VENJINGARNAR FYRI MJADNARLIÐIRNAR
Venjingarnar fyri mjadnarliðirnar varðveita vælvirkandi mjadnarliðir og fyribyrgja sliti við at styrkja vøddarnar rundan um mjadnarliðirnar, venja tær náttúrligu rørslurnar í mjadnarliðunum, strekkja teir spentu strukturarnar í og rundan um mjadnarliðirnar, og stimbra og viðlíkahalda bróskið í liðunum.

Tað er ikki líkamikið, hvussu vit brúka mjadnarliðirnar, tá ið vit sita, standa, ganga og røra okkum annars. Um kropsvektin kemur niður gjøgnum kroppin, har beinagrindin og liðirnir eru sterkast, ella, um hon kemur skeivt niðurá, kann vera tað, sum avgerð, um mjadnarliðirnir slítast ella ikki.

Í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður” eru vegleiðingar til rættan anatomiskan kropsburð, tá ið tú situr, og tá ið tú stendur.
Í venjingarbólkinum ”Ergonomi” eru vegleiðingar til rættan kropsburð við standiborð, og hvussu tú setir og reisir teg við røttum kropsburði.
Seinni koma fleiri venjingar við vegleiðingum til at brúka mjadnarliðirnar anatomiskt rætt í gerandisdegnum, so at liðirnir heldur enn at slítast, styrkjast av dagligu rørslunum.

GG
– Í summum venjingum verða mjadnarliðirnir boygdir 90° ella meira. Hevur tú nýliga fingið mjadnarprotesu, skalt tú bíða við at gera tær venjingarnar við skurðviðgjørda beininum, til tað er ráðiligt sambært vegleiðing frá sjúkrahúsinum.
– Er annað beinið trekari, spentari ella kennist tað tyngri enn hitt, kanst tú eftir tørvi gera eina eyka venjing við tí beininum.