Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI NAKKAN
Tilsamans umfata venjingarnar í hesum bólkinum allar nakka- og hálsvøddarnar.
Nakka- og hálsvøddarnir stabilisera, stýra og samskipa rørslurnar av høvdinum og hálsgeislunum.
Hugtøkini nakki, nakkageislar og nakkavøddar verða nevnd í venjingunum oftari enn hálsur, hálsgeislar og hálsvøddar. Orsøkin er, at nakkavøddarnir eru teir, sum støðugt skulu halda og rætta hálsin og høvdið í mun til tyngdarpunktini í kroppinum. Nakkavøddarnir fáa dagliga avbjóðingar, eitt nú av høvuðburðinum við telduna og telefonina. Javnvágin ímillum nakka- og hálsvøddarnir órógvast av, at summir vøddar spennast ov nógv, ímeðan aðrir vikna.

Okkara nakkavenjingar fáa spakuliga vøddarnar í javnvág aftur, við at styrkja teir viknaðu vøddarnar, og at loysa teir stívu og spentu vøddarnar, og samstundis at beina teir aftur til teira upprunavirki.
Gev gætur, at strukturarnir í nakka- og hálsøkinum eru smáir og viðbreknir. Ger ikki ov nógv av í byrjanini. Tað er í lagi at merkja strekk í vøddunum, men tú skalt ikki merkja pínu undir venjingunum ella aftaná. Tú skalt bara merkja strekk í tí síðuni, sum tú boyggir burtur frá. Merkir tú spenningar ella pínu í síðuni, sum tú boyggir ímóti, skalt tú bíða við at gera venjingina tann vegin, inntil spenningar og pína eru burtur.

Tað hevur alstóran týdning at hava rættan kropsburð, ímeðan nakkavøddarnar verða vandir. Bara á tann hátt er vissa fyri, at venjingin einans umfatar nakkavøddarnar.
Í venjingarbólkinum við útgangsstøðum eru vegleiðingar til sitandi og standandi útgangsstøðu.