Ryggur; Introduktión
Ryggurin er beinur sæð frammanífrá og s-skapaður frá síðuni.
Tað finnast nógv náttúrlig frábrigdi av S-skapinum, frá næstan beinum ryggi til sera týðiligt S-skap. Men av ymiskum orsøkum kann ryggurin kompensera og gera náttúrliga s-skapið størri ella minni. Er ryggurin ikki beinur sæð frammanífrá, kann støðan vera viðfødd ella tað kann vera ein kompensatión.
Venjingarnar í hesi útgávuni eru tílíkar, sum flestu ryggar kunnu gera og hava gleði av. Í seinni útgávum koma venjingar, sum meira nágreiniliga eru rættaðar ímóti serstøkum ryggskapum.
Her sært tú brot úr 9 venjingum fyri ryggin.