Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI RYGGIN
Ryggurin er beinur sæð frammanífrá og aftanífrá og S-skapaður sæð frá síðuni.
Tó síggjast heilt náttúrlig frábrigdi av S-skapinum, alt frá næstan beinum ryggi, sæð frá síðuni, til sera týðilig S-skap.
Tað sum hevur týdning, er at halda tín rygg í júst síni náturligu støðu, tá tú situr ella stendur, arbeiðir ella hvílir.

Í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður” eru vegleiðingar til, hvussu tú kanst halda ryggin náttúrliga strektan, so at fláirnar ímillum geislarnar fáa bestu umstøður og varðveita hæddina, so at ryggurin ikki sjúnkar gjøgnum dagin.

VENJINGAR
Umframt at venjingarnar í hesum bólkinum eru fyri ryggvøddarnar burturav, eru eisini venjingar fyri vøddar, sum knýta kokuna at rygginum, og fyri vøddar sum ganga tvørturum mjadnarliðirnar, og vøddar sum halda akslarnar, nakkan og høvdið til ryggin. Onkrar mýkja, strekkja ella loysa vøddar, ímeðan aðrar styrkivenja vøddarnar.

Gev gætur.
Í fleiri av venjingunum verða mjadnarliðirnir boygdir meira enn 90° og í summum venjingum skulu beinini førast yvirum miðjuna. Um tú nýliga hevur fingið mjadnarprotesu, kanst tú bíða við at gera hesar venjingarnar í skurðviðgjørdu síðuni.