Vælkomin til nýggju heimasíðuna hjá mensendieck.fo

Nú kanst tú rætta kropsburðin heima

Fyri nøkrum árum síðani uppstóð tankin at taka upp video av venjingum bygdar á mensendieck fimleik, bólka tær eftir tørvi og gera tær egnaðar at venja heima.

Nú er hugskotið vorðið til veruleika, og tað ber til at venja heima eftir videovegleiðing frá mensendiecklærara.

Hugskotið kom av, at næmingar ofta spyrja eftir venjingum heimvið, also útyvir tær rørslur, tey frammanundan verða eggjað til at gera dagliga so sum at sita rætt, brúka rættar arbeiðsrørslur osfr.

Venjingarnar skuldu vera tílíkar, sum skunda undir tilgongdina at rætta kropsburðin.

At rætta kropsburðin heima er ikki nøkur nýggj uppfinning.
Longu í 1954 skrivaði Bess Mensendieck á forsíðuni á bók síni LOOK BETTER FEEL BETTER m.a. soleiðis:

In your own home, without equipment, you can

  • relieve pains in back, feet and shoulders
  • reduce nervous tension and fatigue
  • slim hips, waist and legs
  • and correct many other body faults

Bess Mensendieck var undangongukvinna á fleiri økjum.

Hon var millum fyrstu kvinnuligu læknarnar í vesturheiminum. M.a. arbeiddi hon við polioraktum sjúklingum við góðum úrslitum. Les meira um spennandi kvinnuna Bess Mensendieck og hví hon menti mensendieckfimleikin her.

Venjingar til júst tín tørv
Eingir kroppar eru heilt eins, og tí kunnu tørvir á venjingum vera ymiskir.

Mensendieck er júst individuellur fimleikur, sum verður lagaður eftir tørvinum hjá tí einstaka. Les meira um Hvat mensendieck er her.

Venjingarnar eru bólkaðar í ´evni´, so tú beinanvegin sært, hvørjar venjingar hóska best til tín tørv. Fyri at tryggja, at tær verða gjørdar anatomiskt rætt, fylgja bæði munnligar og skrivligar frágreiðingar við videovenjingunum.

Allar venjingar eru hvør sær við til at rætta kropsburðin. Í byrjanini eru tær lutfalsliga lættar. Ætlanin er so við og við at leggja venjingar aftrat, sum líðandi verða meira samansettar og krevjandi.

Brúk fyri hjálp?
Hevur tú brúk fyri hjálp í samb. við venjingarnar, fylgir eitt tilboð um ½ tíma onlinesamrøðu við í keypinum.

Les meira undir ymsu venjingunum.  

Í 1954 høvdu tey einki internet. Tað hava vit tíbetur í dag.

Ver vælkomin inn í títt egna visuella venjingarhølið.

GÓÐA EYDNU VIÐ VENJINGINI 😊

Malan

Shopping Cart
Scroll to Top