Bess Mensendieck
Stovnarin av mensendieck fimleikinum.
Elisabeth (Bess) Mensendieck menti mensendieck fimleikin fyri meira enn 120 árum síðani.
Frá pápanum, sum var verkfrøðingur, lærdi Bess, at fyri at tryggja javnvágina í einum bygningi, er neyðugt, at grundin er vælbygd.
Hesa sannroynd flutti hon seinni yvir á tann livandi bygningin, menniskjakroppin.
Frá list til anatomi
Sum ung fór Bess til Paris at læra myndahøggarayrki. Hon fýltist á vánaliga kropsburðin hjá modellunum, samanborið við tær fornu griksku standmyndirnar við lýtaleysum kropsburði. Hon varð sannførd um, at tað átti at vera møguligt at broyta kropsburðin.
Hon gjørdist forvitin at læra anatomi, so hon kundi modellera kroppar ístaðin fyri leir, og fór til Schweiz at lesa til lækna. Síðst í 1800-talinum var fróðskaparsetrið í Zürich tað einasta í Europa, sum loyvdi kvinnum at lesa medisin. Bess Mensendieck var ímillum fyrstu kvinnuligu læknarnar.

Vísindi og metoda
Sum útlærdur lækni fór Bess aftur til Paris at arbeiða í granskingartoyminum hjá undangongumanninum C.B.Duchennes, sum hevði avdúkað, at elektriskir impulsir ávirkaðu og framkallaðu vøddaspenningar á sama hátt, sum elektrisk signal frá heilanum gera tað.
Bess meinti, at so máttu eini munnlig boð frá einum vegleiðara eisini framkalla ein tilvitaðan vøddaspenning hjá næminginum, tað sokallaða ”mind´n´muscle” sjónarmiðið.
Bess Mensendieck kom til fylgjandi niðurstøður:
1. Eingin dagligur hálvur tími, ella onnur endurtikin kropslig íðkan, kann nakrantíð javnvágstilla vøddarnar, um teir ikki verða brúktir rætt restina av tíðini.
2.Rættur kropsburður, sum er uttan pínu, sum stavar frá skeivum kropsburði, er einans møguligur, tá allir vøddar verða brúktir sambært teirra anatomiska og mekaniska endamáli.
Tann meginvenjingin, sum brúk er fyri, er at hava rættan kropsburð í øllum vanligum dagligum virksemi.
Ein sunnur vøddi skal megna smidliga at skifta ímillum at vera spentur og avspentur, honum nýtist ikki neyðturviliga at vera yvirdrivið vandur. Um vøddar einans verða vandir fyri styrkina, uttan at hugsa verður um teir ”mótsettu” vøddarnar, og uttan at hava kropsburðin í huga, vikna teir, tá teir við aldrinum ikki longur verða vandir burturav.
Tá vøddamenningin kemur av støðugt rætt útintum vanligum gerandisrørslum, verður hon varðveitt alt lívið, tí at røtt vøddastýring er grundarlagið undir einum vælvirkandi kroppi.
Í einum vøddalagi sum er í javnvág, hava mótsettir vøddabólkar umleið sama mótstøðuføri.
Við støði í anatomi menti Bess Mensendieck fimleikin, sum styrkir kropsburðin og vøddastýringina.
Hugsanin aftanfyri fimleikin
“Vit eiga at venja okkum til at síggja kroppin sum ein bygning” skrivaði Bess Mensendieck í bókini It´s up to you (De daglige bevægelsers skønhed).
Hon var sannførd um, at somu alisfrøðiligu og mekanisku lógir, sum galda fyri bygningar, eru galdandi fyri menniskjakroppin.
Grundin – føturnir, beinini og kokan – er avgerandi fyri javnvágina í kroppinum, og rørslurnar skulu vera tilvitaðar og funtionellar.
Ynski hennara var, at longu tá ið børn í barnaskúlanum lærdu um tær alisfrøðiligu og mekanisku lógirnar, skuldu tey eisini samstundis læra um vøddarnar og teirra nøvn, staðseting og virki.
Støðuga kropsbyggaríið
Bess Mensendieck meinti, at vit menniskju mangla tað síðsta stigið í menningargongdini frá vatnrættari til upprætta støðu, stigið, har kroppurin heldur sær uppi av sær sjálvum:
”Í mun til ein bygning, sum bara verður teknaður, konstrueraður og bygdur eina ferð, mugu vit menniskju, orsakað av livihátti og orsakað av aldurdómi, áhaldandi arbeiða fyri at varðveita javnvágina í kropsburðinum.”
Hon kallaði mensendiecklæraran ein verbalan arkitekt – ikki ein byggiharra, men ein sum áhaldandi ´teknar´ kroppin ígjøgnum orðaðar rørslur.
Ein gávað kvinna
Bess Mensendieck hevði góða sopranrødd og sang í operahúsum í Paris og í Rom. Vitanina um andadráttin, sum hon fekk frá sanginum, brúkti hon seinni í samband við fimleikin.

Altjóða útbreiðsla
Fyrstu næmingar hennara vóru poliosjúklingar. Úrslitini vóru so mikið góð, at hon varð ein eftirspurdur fyrilestrarhaldari á fróðskaparsetrum í Amerika og í Europa. Í 1905 stovnaði hon skúlar fyri mensendiecklærarar í Týsklandi, og seinni í fleiri europeiskum londum. Mensendieck fimleikur kom til Danmarkar fyrst í 1920-unum, og mensendiecklæraraskúli hevur verið í Danmark síðani 1941.
Bess var ofta í Danmark og frá 1953-55 hevði hon sjálv mensendiecklæraraskúla í Ålborg.
