Hvat er mensendieck

Hvat er Mensendieck 

Mensendieck er fimleikur, sum rættar kropsburðin. Rættur kropsburður fyribyrgir trupulleikum í vøddum og liðum.

Endamálið við mensendieckfimleiki er at fáa ein vælvirkandi kropp, sum er í anatomiskari javnvág og harvið at sleppa undan pínu og øðrum trupulleikum, sum standast av skeivum kropsburði og skeivum kropsbrúki. 

Allar kropsrørslur eru vøddaspenningar og vøddaavspenningar, sum verða stýrdar av nervaimpulsum millum heila og vøddar. Samspælið millum heila og vøddar hendir av sær sjálvum. Okkum nýtist ikki at hugsa um, hvussu vit nýta vøddarnar, tá ið vit gera eina rørslu, eitt nú tá ið vit lyfta armin, ella tá ið vit ganga. Men samstundis kunnu vit, ótilvitað, við skeivum kropsburði ávirka vøddaarbeiðið á óskynsaman hátt. Ofta gáa vit ikki um tað, fyrr enn rørslur verða avmarkaðar, ella vit merkja pínu í vøddum og liðum.

Fimleikurin broytir skeivar rørslur og rættar aftur samspælið millum heila og vøddar. Rørslurnar eru spakuligar og seigar og seta tí størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila enn skjótar rørslur. Kroppurin verður “ummøbleraður”, til hann kemur í javnvág. Gamlir vanar broytast til nýggjar og betri vanar. Kropstilvitanin, sum fylgir við, verður verandi, hana missa vit ikki aftur. Mensendieck er ein góð investering í kroppin, sum røkkur langt fram í tíðina.

Ein mensendiecklærari er útbúgvin til at analysera kropsburðin og veit í smálutum, hvat hendir í liðum og vøddum undir rørslum, og júst hvørjum venjingum tørvur er á fyri at rætta ein hvønn kropsburð. 

Hvat við viðføddum skeivleikum í beinagrindini?

Fimleikurin broytir ikki sjálva beinagrindina. Men allir skeivleikar, sama um teir eru viðføddir ella ognaðir, hava skeivt vøddabrúk við sær eisini. Til dømis ger ein viðfødd scoliosa kroppin skeivari enn neyðugt, og tað ber altíð til at rætta tann kompenserandi partin.  

Individuellur fimleikur

Frálæran byrjar við smáum rørslum, sum spakuliga verða størri, meira krevjandi og samansettar, so at kroppurin broytist og kemur í anatomiska javnvág. Samstundis verða venjingarnar alsamt lagaðar til støðið og tørvin hjá næminginum, sum so at siga fær frálæru í sínum egna kroppi. Spenningar og pína og aðrir trupulleikar, sum standast av skeivum kroppsbrúki, fána so við og við burtur.

Spegl

Í mensendieckhølunum stendur næmingurin frammanfyri speglum, fær frálæru í vøddunum, merkir hvussu teir arbeiða, og sær rørslurnar í speglinum. Rørslurnar verða gjørdar passaliga spakuliga, so at allir vøddatægrirnir fáa tíð at arbeiða. 

Venjingarnar verða ikki vístar men ´dikteraðar´, so at næmingurin má hugsavna seg um at spenna og avspenna røttu vøddarnar. Hesin fimleikarhátturin gevur stóra vødda- og kropstilvitan, sum røkkur langt útum fimleikahølið, tí at næmingurin fer bæði tilvitað og ótilvitað at nýta lærdómin í sínum dagligu rørslum. 

At bøta fyri ein til ein frálæruna í mensendieck hølunum verða Mensendieck online venjingarnar her á síðuni í staðin vístar á video (nakrar fáar kunnu hoyrast á ljóðfílum) við gjølligum vegleiðingum og frágreiðingum til venjingarnar, so at tú lættliga kanst gera venjingarnar heima. 

Tann serligi hátturin at miðla venjingarnar, sum eyðkennir mensendieck fimleik, ger tað møguligt ígjøgnum video og ljóðfílur at rætta kropsburðin heima.

Kropsburðurin broytist

Mensendieck fimleikur gevur vakrari kropsburð. Vøddarnir styrkjast og venjast til, at teir av sær sjálvum halda kroppin í anatomiskari javnvág bæði í rørslu og hvíld. Kroppurin verður sterkari og fimari og rørslurnar verða fríari.

Hvør

Menn og kvinnur, ung og gomul, skrivstovufólk, ítróttarfólk, barnakonur áðrenn og aftaná føðing osfr. Mensendieck fimleikur er fyri øll, uttan mun til heilsustøðu, sum ynskja at fáa og varðveita ein vælvirkandi kropp við smidligum vøddum. Tað er ongantíð ov seint at rætta kropsburðin.

Hvussu leingi

Tað tekur tíð at broyta kropsburðin og rørslumynstrið.
Sama hvussu leingi ella stutt tú hevur gjørt mensendieck fimleik, kanst tú brúka tað, tú hevur lært. Men jú longri frálæran varir, meira samansettar rørslur og meira krevjandi fimleik kanst tú gera. Kropstilvitanin økist samsvarandi.

Spurningar?

Skriva til [email protected] ella ring 515755 er 

Ummæli

"Eg kendi einki til mensendieck, men hevði hoyrt um tað frá øðrum. So eg helt, at eg skuldi geva tí ein møguleika, og tað havi eg ikki angrað.

Við at ganga til mensendieck gerst tú tilvitaður um tín kropsburð. Bæði tá tú situr, liggur, gongur, koyrur bil, ja, í øllum tí tú gerst.

Tú følir, at tú kemur út í kvønn krók í kroppinum. Tú styrkir kroppin, arbeiðir við andadráttinum. Man fylgir við øllum rørslum sum man ger, tí tað eru spegl í venjingarhølunum. Vit eru 3 á holdinum og hava tað gott saman.

Havi eisini roynt mensendieck við bólti, sum gevur eina góða kenslu at arbeiða við kroppinum og halda javnvágina. Stuttligt og gott."

Eg havi altíð íðkað nógvan ítrott, serliga hondbólt. Tá eg var mitt í 30´unum, byrjaði eg at fáa trupuleikar við mjødnini, men helt tó fram at spæla hondbólt. Hevði pínu í fleiri ár, so tað gekk út yvir mína lívsgóðsku. Royndi tó alla tíð at íðkað, so kroppurin ikki fór í forfall og tað var tá eg fyrstu ferð fór til mensendieck. Aftaná fleiri kanningar, var eg so heppin, at eg varð lagdur undir skurð, so eg kundi fáa nýggja mjødn. So skjótt eg var komin fyri meg, fór eg aftur at ganga til mensendieck fimleik, so eg kundi styrkja vøddarnar og læra at brúka teir á rættan hátt. Á sjúkrahúsinum fekk eg at vita, at eg nokk ongantíð kom at renna marathon - ei heldur at spæla fótbólt. Men við røttum venjingum, herundir mensendieck fimleiki, spæli eg innandura fótbólt og renni, og tvey ár aftaná skurðviðgerðina, rann eg mítt fyrsta marathon higartil.

Shopping Cart
Scroll to Top