Heimafimleikur
Ger heimafimleik hvønn dag kl. 7.00, 10.00 ella 18.00
Roda: “Hetta er soo gott – eg havi vant hvønn morgun, síðani tað byrjaði.”
GG: Nú ber eisini til at tekna hald til Heimafimleikin burturav. Heimafimleikurin er á ljóðfílum, og kann hoyrast 15 minuttir hvønn dag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.
Skráin broytist hvørja viku.
Fimleikurin kann vera eitt ískoyti ella eitt alternativ til video-venjingarnar, sum longu eru á síðuni. Venjingarnar eru eitt bland av somu venjingum, sum finnast sum video-venjingar og ljóðfílur á mensendieck.fo og onkuntíð av venjingum, sum ikki eru tøkar á síðuni enn, men sum eru ávegis. Venjingarnar eru ofta styttar og viðhvørt broyttar í mun til video- og ljóðfíluvenjingarnar og hava ikki altíð eins nógvar frágreiðingar.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi video-venjing, hvussu venjingin skal gerast.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið