Mensendieck
fimleikur
Hvat er Mensendieck
Mensendieck er fimleikur, hvørs endamál er at fáa ein vælvirkandi kropp, sum er í javnvág við anatomiskt røttum kropsburði, og á tann hátt fyribyrgja spenningum, pínu og øðrum trupulleikum, sum kunnu standast av skeivum kropsbrúki.
Allar kropsrørslur eru vøddaspenningar og vøddaavspenningar, sum verða stýrdar av nervaimpulsum millum heila og vøddar. Samspælið millum heila og vøddar hendir av sær sjálvum. Okkum nýtist ikki at hugsa um, hvussu vit nýta vøddarnar, tá ið vit gera eina rørslu, eitt nú tá ið vit lyfta armarnar, ella tá ið vit ganga. Men samstundis kunnu vit, ótilvitað, við skeivum kropsburði ávirka vøddaarbeiðið á óskynsaman hátt. Ofta gáa vit ikki um tað, fyrr enn rørslur verða avmarkaðar, ella vit merkja pínu í vøddum og liðum.
Fimleikurin broytir skeivar rørslur og rættar aftur samspælið millum heila og vøddar. Rørslurnar eru spakuligar og seigar og seta tí størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila enn skjótar rørslur. Kroppurin verður “ummøbleraður”, til hann kemur í javnvág. Gamlir vanar broytast til nýggjar og betri vanar. Kropstilvitanin, sum fylgir við, verður verandi, hana missa vit ikki aftur. Mensendieck er ein góð investering í kroppin, sum røkkur langt fram í tíðina.
Ein útbúgvin mensendiecklærari veit í smálutum, hvat hendir í liðum og vøddum undir rørslum. Við at analysera tann einstaka kroppin, sær mensendiecklærarin júst hvørjum venjingum tørvur er á, fyri at rætta kropsburðin.
Malan Thomsen, mensendiecklærari
Fimleikurin broytir skeivar rørslur og rættar aftur samspælið millum heila og vøddar. Rørslurnar eru spakuligar og seigar og seta tí størri krøv til samstarvið millum vøddar og heila enn skjótar rørslur.
Kroppurin verður “ummøbleraður”, til hann kemur í javnvág. Gamlir vanar broytast til nýggjar og betri vanar. Kropstilvitanin, sum fylgir við, verður verandi, hana missa vit ikki aftur. Mensendieck fimleikur er ein íløga í kroppin, sum røkkur langt fram í tíðina.

