Mensendieck og barnakonur
Ein mensendiecklærari er serkønur í kropsburðinum hjá barnakonum. Tú fært frálæru í júst tínum kroppi, samstundis sum vit gera serligan barnakonufimleik og føðifyrireiking. Mensendieck fimleikur fyribyrgir kokuloysn. Hevur tú longu kokuloysn, lærir tú at gera venjingar sum hjálpa.
Mensendieck fimleikur fyribyrgir deildar búkvøddar – rectus diastasis. Hevur tú longu deildar búkvøddar, lærir tú at venja teir, so teir koma saman aftur. Frálæran er á smáum holdum, í mesta lagi 3 barnakonir á hvørjum holdi. Vit byrja javnan nýggj hold.
Mensendieck fimleikur er eisini sera væl egnaður, aftaná at tú hevur átt. Jú fyrr, tú byrjar eftir føðing, jú skjótari fært tú kroppin inn aftur í javnvág. Les eisini her.
Melda til á 515755 ella [email protected]
Búkvøddar og barnakonur
Búkvøddarnir hava altíð týdning í sambandi við rættan kropsburð. Hjá barnakonuni hava teir enn størri týdning, tí teir skulu bera størri byrðu enn vanligt.Veikir búkvøddar og vánaligur kropsburður gera, at liðbandið millum teir longu búkvøddarnar, linea alba, fer óneyðuga nógv sundur, so tú kanst fáa rectus diastasis, sokallaðir ´deildir búkvøddar´.
Mensendieck fimleikur fyribyrgir rectus diastasis. Men eru teir longu deildir, kunnu teir venjast á ein sera einfaldan og lættan hátt, so teir koma saman aftur. Ongi ´sit-ups´ sum økja trýstið í búkholuni, eingin møði ella pína í ryggi ella nakka, tá tú gert venjingarnar. Í staðin fyri kanska at nýta kokubelti, lærir tú at gera títt egna ´vøddabelti´ m.a. við dagliga at brúka búkvøddarnar á náttúrligan hátt.
Við okkara máta fer linea alba ikki óneyðuga nógv sundur undir graviditetinum, og aftaná føðing er skjótari og lættari at venja búkvøddarnar aftur.
Tú lærir at kontrollera búkvøddarnar, so tað undir føðingini gerst lættari at spenna ella avspenna teir eftir tørvi. Sí eisini meira nágreiniliga um búkvøddarnar undir skeið í búkvøddum.

Barnakonur og kokubotnurin
Tú lærir at venja kokubotnin 1. til at halda ímóti vektøkingini í búkholuni og 2. at spenna og avspenna kokubotnin eftir tørvi. Tað er sera hent at duga at stýra kokubotnsvøddunum undir sjálvari føðingini, so hon gerst lættari.
Eisini fyri kokubotnsvøddarnar er galdandi, at jú fyrr tú byrjar at venja teir, jú lættari er at fáa fatur á teir aftaná føðing, tá teir skulu venjast uppaftur. Sí eisini skeið í kokubotnsvøddum.
Barnakonufimleik og føðifyrireiking
Um tú byrjar barnakonufimleik so tíðliga sum gjørligt, kanst tú varðveita góðan kropsburð alla tíðina meðan tú ert við barn. Tað er kortini ongantíð ov seint at byrja.
Saman við teimum serligu barnakonuvenjingunum, verður eisini tikið atlit til tørvin og kropsburðin hjá hvørji einstakari barnakonu.
Tá termin nærkast byrja vit føðifyrireikingina. Tú lærir m.a. hvussu andadrátturin kann brúkast ímillum og meðan tú hevur verkir og hvussu tú t.d. kann stýra búk- og kokubotnsvøddunum undir sjálvari føðingini. Tað kann vera við til at gera føðingina lættari.
Teir vøddar, sum eru vandir áðrenn føðing, eru lættari og skjótari at venja uppaftur aftaná føðing. (Les eisini hvat Kristina sigur her á síðuni).
Andadrátturin broytist
Kroppurin hjá barnakonum broytist fysiologiskt, anatomiskt og hormonelt. Vektin í búkholuni økist umframt at eginvektin hjá mammuni økist.
Broytingarnar gera, at kroppinum tørvar størri iltnøgd.
Kroppurin lagar seg náttúrliga til broytingarnar. Men anatomiskt kunnu óynsktar broytingar henda, so sum at ov stórt svaj kemur í ryggin og búkvøddarnir vikna. (sí eisini undir búkvøddum omanfyri).
Tað kann hava við sær, at bróstkassin fær verri kor, so strævnari verður at anda. Vit venja góðan kropsburð og styrkja andadráttsvøddarnar.
Andadráttsvenjingar eru partur av barnakonufimleikinum, men tá termin nærkast lærir tú tey serligu sløgini at andadráttum, sum kunnu brúkast undir og ímillum verkirnar og undir sjálvari føðingini. Hesar venjingar kunnu vera við til at gera føðingina lættari fyri mammu og barn.
Blóðrenslið/Venu-pumpan
Blóðrenslið hjá barnakonuni ávirkast eisini meðan hon gongur við barninum. Serliga munnu nógvar barnakonur merkja at kroppurin hovnar, og at kanska serliga beinini kennast tung og hovin. Vit gera nógvar venupumpuvenjingar, sum fær gongd á blóðrenslið – eisini venjingar, sum tú sjálv kanst gera heima, tá tørvur er á tí.
Kokuloysn
Hví fáa summar barnakonur kokuloysn. Tað er náttúrligt at liðbondini gerast linari fyri at gera kroppin kláran til føðingina. Men ójavnvág í kropsburðinum kann viðføra, at liðirnir í kokuni loysna ymiskt og úrslitið kann gerast kokuloysn við nógvari pínu.
Mensendieck fimleikur er sera vælegnaður til kvinnur við kokuloysn. Umframt at styrkja vøddarnir sum halda kokuni í javnvág, rætta vit kropsburðin so allir liðirnir í kroppinum koma í javnvág.

Eftir føðing
Tað er skilagott at koma skjótt í gongd við at venja vøddarnar aftur eftir føðing. Á tann hátt fært tú skjótari tín uppruna kropp aftur, og kanska í eini enn betri útgávu. Um føðingin hevur verið uttan trupulleikar, er ikki neyðugt at halda pausu. Tú kanst byrja at venja beinanvegin.
Í eftirføðingarfimleiki arbeiða vit serliga við vøddunum runt kokuna, so sum kokubotninum, búkvøddunum o.ø. tó allatíðina við atliti til allan kroppin. Eisini venja vit arbeiðsstøður td í samband við bróstageving, so tú sleppur undan óneyðugum vøddaspenningum. Barnið er vælkomið við 🙂
Tú ert eisini vælkomin til eftirføðingarfimleik, hóast tú ikki hevur gingið til barnakonufimleik ella føðifyrireiking.
"Á heysti 2008 fór eg at ganga til mensendieck fyri at bøta um kropsburðin og vónandi basa spenningum, sum eg hevði í nakkanum. Um sama mundið bleiv eg við barn, og tí broyttist fokus í mensendieck-tímunum til heldur at vera eitt slag av føðifyrireiking. Umframt "heildarvenjingar" løgdu vit dent á at venja m.a. búkmusklar og kokubotn. Búkvenjingarnar høvdu við sær, at búkurin ikki bara skjótt fann sítt gamla skap aftur, eftir at eg hevði átt - faktiskt var búkurin fastari og flatari, enn hann nakrantíð hevði verið áður. Kokubotnsvenjingarnar hava eisini verið effektivar. Longu 3-4 dagar eftir barnsburð megnaði eg at gera vanligar kokubotnsvenjingar.
Fyri meg er mensendieck tann ultimativi fimleikurin, í lágum tempo og við stórari effekt. Eg kann leggja afturat, at hóast eg havi hildið pausu frá mensendieck í eini 2 ár, situr nógv av lærdóminum eftir í kroppinum, og búkurin er eisini framvegis har hann skal vera.
Eg havi bara roynt at gingið til stakundirvísing í mensendieck - mær dámar væl, at undirvísingin tekur støði í júst mínari støðu, og at eg kann spyrja uttan at vera bangin um at taka tíð frá øðrum á holdinum."Kristina