Keypstreytir fyri hald
Stovna hald
Allir prísir eru í DKK (kr) og við mvg. Tað ber til at gjalda við Visa, Mastercard ella Maestro. Avgreiðslugjald er eisini í prísinum.
Á mensendieck.fo ber til at stovna eitt hald á 189,00 kr um mánaðin – fyrsti mánaðurin kostar 99,00 kr. Tá goldið er fyri haldið, fært tú beinanvegin atgongd til allar venjingarnar. Tað er ikki neyðugt at installera nakað forrit, einasta sum er neyðugt er internet, telda, skermur og hátalarar.
Tú bindir teg til ein mánaða í senn. Tú kanst altíð siga haldið upp.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í prísum og møguligum stavivillum.
Tá tú stovnar limahald, verður tú samstundis skrásett/ur til at móttaka tíðindabræv frá okkum. Tíðindabrævið kann altíð frámeldast.
Sjálvvirkandi endurnýggjan
So leingi ongin uppsøgn kemur, verður mánaðarhaldið endurnýggjað sjálvvirkandi eina ferð um mánaðin. Sí tíni hald her.
Steðga haldið
Hald skulu sigast upp á heimasíðuni, tað ber ikki til at maila eina uppsøgn. Ynskir tú at steðga tínum haldi, ber til at gera hetta við at vitja “Limahald” síðuna undir “Mín konto“. Tá haldið verður steðgað, verður øll atgongd til venjingar og annað, sum er partur av tínum limahaldi, stongd frá tí løtu næsta sjálvvirkandi endurnýgging av haldinum annars hevði verið.
Tíðindabrævið verður ikki sjálvvirkandi frámeldað. Hetta kann gerast við at senda okkum ein teldupost á [email protected]